48
Frýstulínuskipini ið royna við Eysturgrønland hava seinastu dagarnar liði still, tí tey hava ikki fingið roynt fyri ísi.
Men nú bragdaði aftur og skipini hava sett nakrar ferðir og sjálvt um viðurskiftini ikki eru optimal, so er fiskiskapurin brúkiligur og okkurt skip hevur havt sera góðar setur eftir at teir eru byrjaðir aftur. Ísurin tarnaði fiskiskapin i einar 5 til 6 dagar hjá Frýstilínuskipunum. Frá Eysturgrønlandi frætta vit í kvøld, at umstøðurnar kunnu skjótt broytast aftur. Fralandsvindur kann føra til, at ísurin kemur enn longur út so skipini ikki fáa roynt.
Mynd:24FO.NEWS
