Í dag skrivar Jóannes Eidesgaard fyrrverandi løgmaður og formaður í javnaðarflokkinum á Face Book og spyr hví skal tað upplýsast okkum øllum hvussu nógv í lummapengi okkara landsmenn hava brúkt í Oslo
Tá útvarpið í kvøld sum stórtíðindi søgdu at føroyingar sum fylgdu við okkara manshondbóltsliðið til EM i Oslo brúktu umleið 22 milliónir í lummapengum, hevur hetta loypt ein hvøkk í fleiri ið nú skriva um hetta á FB. Samfelagið er lítið og kann man nú ikki fara at ferðast við okkara ítróttarfólkum uttan at verða hongdur út av sínum egna peningastovni. Tey sum hava so strong krøv, at tú ikki kanst taka tínar egnar pengar út, uttan tú skal siga hvat tú skal nýta teir til.
Brot frá KVF i kvøld
22 milliónir krónur, umleið so nógv kann roknast við at føroyingar i hugdu eftir mans hondbólti til EM í Oslo hava brúkt í lummapeningi. Í øllum førum um vit hyggja eftir kortgjaldingum við føroyskum kortum. Tá føroyska manslandsliðið var í Berlin vóru eisini nógvir fjepparar við og tá vísti metingin at føroyingar í alt brúktu 13 milliónir í lummapeningi………. og í Oslo munandi meira. Føroya Banki hevur aftur hesaferð hugt eftir hvussu nógv føroysk koyrt vóru brúkt, … tølini vísa at gott og val 1900 viðskiftafólk hjá bankanum vóru í Noreg hesar dagarnar og brúkti kortini umleið 40.000 ferðir og 9,3 milliónir kr og svarar tað til eina miðalnýtslu uppá 5.000 kr pr viðskiftafólk. Partur av brotið frá KVF.FO tíðindum Útvarpstíðindi kl 18:00 27-01-2026 Hoyr innslagið her Kelda: kvf.fo
Brot frá KVF í kvøld
Í øllum førum um vit hyggja eftir Berlin 13 milliónir ………. og í Oslo munandi meira. Føroya Banki hevur aftur hesaferð hugt eftir hvussu nógv føroysk koyrt vóru brúkt … tølini vísa at gott og val 1900 viðskiftafólk hjá bankanum vóru í Noreg hesar dagarnar og brúkti kortini umleið 40.000 ferðir og 9,3 milliónir kr og 5.000 kr pr viðskiftafólk sambært KVF.FO Útvarpstíðindi kl 18:00 27-01-2026 Hoyr innslagið her Kelda: kvf.fo
Jóannes Eidesgaard á Face Book
“Hví skal tað upplýsast okkum øllum, hvussu nógv í lummapeningi okkara landsmenn hava brúkt dagarnir í Oslo. Er tað ikki ein privat søk? ……… Enn minni skilji eg Føroya Banka, tá hesin upplýsir, hvussu nógv kredittkort eru brúkt, og hvussu stórar upphæddir eru trektar. Ein fær eina kenslu av “Big brother is watching you.”
Vit liva í einum lítlum oyggjasamfelag og vónandi kemur Føroya Banki við eini frágreiðing um tey framhaldandi ætla at upplýsa fyri Føroya fólki hvussu nógv teirra viðskiftafólk nýta tá tey ferðast til ítróttartiltøk. Sum kundi í Føroya Banka og øðrum peningastovni vóni eg ikki, at hetta verður vanligt at hoyra í framtíðini.
Savnsmynd 24.fo
