Býráðsfundur verður hósdagin 29. januar kl. 17:30. Til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á forsíðuni.
Býráðsfundurin verður hildin í Varpinum, har regluligu fundirnir hjá býráðnum verða hildnir. Til ber eisini at lurta eftir býráðsfundinum á stream(.)fo og á FM 98,7.
Býráðsskráin kann takast niður her: Býráðsskráin 29. januar 2026
Kelda: klaksvík.fo
Viðmerking frá 24fo.news:
Ikki kann sigast at har er nógv virksemið. Vinnan fær ikki svar – borgari sum søkti starv sigur seg ikki fáa svar. Runavík og Tórshavn metropolar í Føroyum. Kundi verið áhugavert at fingið at vita hvussu kommunan ætlar at halda tørn og leggja eina ætlan fyri framhaldnadi menning og trivna í Klaksvíkar kommunu?
Óli M. Lassen, 24fo.news
