81
Tað er framvegis vøkstur í føroyska búskapinum, meðan stígur hevur verið í fleiri evropeiskum búskapum. Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 2,5 prosent í 2023. Hetta skrivar Hagstovan.
Bruttotjóðarúrtøkan er mát fyri samlaðu virðisskapanina í einum landi. Tá bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp í føstum prísum, ber til at máta, um mongdin av framleiddum vørum og tænastum veksur ella minkar, uttan mun til prísgongdina. Árliga broytingin í bruttotjóðarúrtøkuni í føstum prísum er mátið fyri realan búskaparvøkstur.
Framvegis framgongd í føroyska búskapinum
Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 2,5 prosent í 2023. Føroyski búskapurin kom væl fyri seg eftir altjóða afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini. Búskaparvøksturin hevur ligið omanfyri trý prosent bæði í 2021 og 2022. Sostatt er ferðin á búskapinum ikki eins høg nú, sum hon hevur verið.
Les meira her