“Eg trúgvi slett ikki uppá tað meir”, sigur Heðin Mortensen, í viðtalu við KVF Birgit Carina Eliasen 4 okt. 2024
Víðari sigur hann at hann ikki kann góðtaka at bert tvær milliónir eru settar av til nýtt Tjóðleikhús á Bursatanga á komandi fíggjarlóg. Og at hann ikki fer at skriva undir leigusáttmála.
Siri Stenberg segði í Degi og Viku at 4 milliónir vóru frá gomlu fíggjarlógini sum kundi flytast fram, so tað kundi verið 6 milliónir krónur til at byrja at tekna nýtt tjóðleikhús.
Men tað er nokk eingin ivi um, at nú ein tunnil skal gerast til Suðuroynna fyri einar 5 til 8 milliardir krónur, er als ikki pláss fyri einum tjóðleikhúsið til 600 milliónir krónur, har landið skal rinda bróðurpartin.
Mótstøðan móti staðsetingini er eisini í býráðnum, so alt í alt er tað gott at málið verður skotið út til horna tey komandi árini.
Eisini havandi í huga at nú skal tann sosialistiska samgongan við Framsókn skerja møguleikarnir hjá teimum veikastu at koma á arbeiðsmarknaðin, sjálvt um tørvurin eftir arbeiðsmegi er stórur. Sær út til at tey eisini gloyma at stórur partur at pengunum sum landið rindar kemur aftur í landskassan í skattum og avgjøldum, at standa og tosa um tjóðleikhús samstundis sum tey sum hava ein 3 skerdan arbeiðsførleika verða slept uppá fjall og tey skulu verða enn verri fyri og treytirnar fyri lønarískoytið skulu herðast løgið sum prioriteringar.
Mynd av borgarstjóranum er frá torshavn.fo
Óli M Lassen 24fo.news