Sunda kommuna bjóðar vinnuni til morgundrekka

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 7 måneder ago
Updated 2023/11/07 at 3:40 PM

Hósmorgunin 23. Novembur kl. 09.00 bjóðar Sunda kommuna vinnuni í økinum til morgundrekka á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.

Endmálið við fundinum er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið. Vit vilja millum annað fegin hoyra eitt sindur um hvørjar avbjóðingar, ætlanir og tankar tit ganga við, og samstundis eisini kunna um hvat kommunan arbeiðir við á vinnu- og umhvørvisøkinum.

Á skrá til hendan fundin er:

  • IRF – Skiljing, og økonomi av skiljing
  • Hagstovan – Vinnulívið í Sunda Kommunu í tølum

Hesin morgunfundurin, millum kommununa og vinnuna, er eitt afturvendandi tiltak, so tað framhaldandi verður virkað fyri menning og framburði í Sunda kommunu.

Vit vóna, at tú/tit hava hug og møguleika at luttaka til eitt óformelt og hugnaligt vinnuprát. Gott hevði verið um tú/tit boða frá á susanna@sunda.fo í seinasta lagi mánadagin 20. Novembur kl. 12:00.

Fyri at fáa pláss fyri so nógvum vinnufeløgum sum gjørligt, hava vit avmarkað luttøkuna til í mesta lagi tvey fólk frá hvørjari fyritøku. 

Kelda & mynd: sunda.fo – 02.11.2023

Share this Article