Home Fólk og Samfelag Bachelor ritgerð um vill rognkelsi

Bachelor ritgerð um vill rognkelsi

by Lagt út ÓML

Malan Joensen, lesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya, vardi í gjár, 23. november, bachelor ritgerð sína, sum eitur “Vistskipanir í fjøruni við og uttan rognkelsi”. Verjan gekk væl.

Í verkætlanini hevur Malan kannað 16 ymiskar fjørur fyri at vita hvat lív var at finna og hvørt rognkelsi livdu har. Kanningarnar vórðu gjørdar árið runt og kring alt landið. Høvuðsniðurstøðurnar frá ritgerðini vóru, at fyri at rognkelsi skulu trívast, má tari við passaligari flatu vera tøkur at sita á. Hetta er til dømis sukurtari og tarablað. Somuleiðis ber til at finna smá rognkelsi har skúvtari er til staðar, meðan størri rognkelsi eru ikki, har skúvtari er. Ongin greiður samanhangur var ímillum onnur djórasløg, sum liva í taranum, og rognkelsi.

“Vitanin, sum er komin burturúr hesi verkætlan er týðandi, tá metast skal um grundleggjandi tørv og liviumstøður hjá rognkelsi. Hetta er vitan sum kann nýtast í arbeiðinum at skilja og betra um liviumstøður hjá rognkelsi, sum verða brúkt í alivinnuni”, sigur Ása Johannesen, granskari í fiskaatferð og fiskavælferð.

Vegleiðarar vóru Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, og Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini. Próvdómari var Kirstin Eliasen, granskari á Fiskaaling.

Vit á Fiskaaling ynskja Maluni hjartaliga til lukku við avrikinum.

Kelda & mynd Fiskaaling

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More