Sera avmarkað yvirskot í almennu fyrisiting og tænastu

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 3 uger ago
Updated 2024/05/26 at 2:14 PM
Savnsmynd 24.fo

Mynd 1 vísir samlaða roknskaparúrslitið (RLÚ) fyri almenna fyrisiting og tænastu, tað vil siga land, kommunur og sosialir grunnar. Almennar fyritøkur eru ikki íroknaðar, men rakstur og skuld av Eysturoyar- og Sandoyartunlinum er tald við í uppgerðini hjá landinum. Landskassin verður í Mynd 1 róptur Landsstýrið, ið merkir landskassin íroknað Eystur- og Sandoyartunlarnir. Uppgjørt er eftir tjóðarroknskaparligum myndli.

Hóast stóra framgongd í búskapinum seinastu 10 árini, eru yvirskotini í almennu fyrisitingini og tænastuni sera avmarkaði. Hetta skyldast bæði, at inntøkur landskassans eru minkaðar vegna skattalættar, og tí útreiðslurnar eru øktar.

Mynd 1

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her.  

Kelda: Landsbankin.fo

Share this Article