torsdag, juni 11, 2026
Home Fólk og Samfelag Løgreglan vil einki siga

Løgreglan vil einki siga

0 comments

Í dag var ein sjálvsom hending, tá TERNAN kom á Klaksvík av Syðradali. Fleiri løgreglubilar stóðu á bryggjuni, og tveir bilar vórðu tiknir til síðis til nærri kanningar.

Greinin er skrivað í samstarvi millum Norðlýsið og 24FO.NEWS.

Beint áðrenn klokkan 16, tá lemmurin á TERNUNI fór niður, eygleiddu løgreglufólkini bilarnar, sum komu í land. Tveir bilar vórðu tiknir til síðis, og fólkini í teimum vóru kannað og tosað var við tey hvør sær.

Onkur av útlendsku ferðafólkunum varð eisini visiteraður av løgregluni. Klokkan 16.30 var løgreglan liðug við kanningararbeiðið á staðnum, og bæði ferðafólk og løgreglubilar fóru av havnalagnum.

Á Løgreglustøðini vilja tey ikki upplýsa, hvat málið snýr seg um. Tey siga bert, at løgreglan hevur framt eina politiuppgávu, og at kanningarnar halda fram.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira