Home Uncategorized Útflutningurin nærkast 13 milliardum krónum

Útflutningurin nærkast 13 milliardum krónum

by Lagt út ÓML

Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 2,1 milliard krónur 12-mánaðarskeiðið frá mars 2022 til februar 2023 samanborið við undanfarna skeið.

Útflutningurin í februar er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið mars 2022 til februar 2023 samanborið við undanfarna tíðarskeið.

Virðið vaks fyri øll fiskasløg uttan sild, meðan nøgdin samlað minkaði 3%.

Útflutningur av laksi vaks við 831 milliónum krónum ella 17 prosent. Men nøgdin minkaði góð 11 túsund tons ella 13 prosent.

Næststørsti vøkstur er ‘Annar fiskur’. Hetta er fyri tað mesta fiskamjøl og fóður tilgjørt úr ymsum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 807 milliónir krónur, ella 58 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 43 prosent.

Útflutningurin av toski vaks 282 milliónir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 32 prosent. Nøgdin vaks 6 prosent. 

Prísurin á toski og upsa heldur fram at vaksa, meðan prísurin á hýsu hevur verið tann sami síðani summarið 2022.

Tú kanst lesa meira her: Hagstovan

You may also like

Leave a Comment