mandag, april 13, 2026
Home Fólk og Samfelag Gott 55.000 fólk búðu í Føroyum 1. februar — vøksturin var 0,8%

Gott 55.000 fólk búðu í Føroyum 1. februar — vøksturin var 0,8%

0 comments

1. februar búðu 55.064 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 442 fólkum, ella 0,8 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var størri enn í undanfarnu tólv mánaðunum, millum annað tí fleiri børn vórðu fødd. Hetta skrivar Hagstovan

Tann 1. februar búðu fleiri enn 55 túsund fólk í Føroyum. Fólkatalið kom annars beint upp um 55 túsund í summar, men minkaði aftur eftir fráflytingina í august og september, tá mong ung fluttu uttanlands. Myndin niðanfyri vísir gongdina mánað fyri mánað.

Størri fólkavøkstur 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 213 fólk og einari nettoflyting á 229 fólk. Tað eru knapt 200 fólk fleiri enn í undanfarna tíðarskeiði. 

Nettoflytingin var á leið 120 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí færri fluttu úr Føroyum. Burðaravlopið var knapt hálvfjerðs størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Um hálvtrýss fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd. 

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.

Vaksandi nettoflyting

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Gongdin í til- og fráflytingini hevur síðan 2024 verið jøvn, og nettoflytingin hevur verið lítil. Seinastu mánaðirnar er gongdin broytt nakað. Gongdin í tilflytingini nú er vaksandi, meðan fráflytingin er minkandi. Tað gevur samanlagt eina vaksandi nettoflyting. 

Les meira her

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira