Eg vil ynskja vinum, kenningum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól, og í ár vil eg senda eina serliga heilsan til tykkum, sum hava stuðlað mær til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu. Ein serlig heilsan fer til tykkum 405, sum samlað hava sett tykkara kross við meg á valinum í 2008, 2012, 2016 og 2020. Tað hevur verið áhugavert at verið við til, at menna okkara kommunu. Nú er umráðandi at hava fokus á góðu gongdina.
Demokrati og ábyrgd
Vit liva í eini tíð, har demokratiið ikki hevur tað so gott. Vit síggja, at markantir politikarar ganga niðurboygdir undir amerikanska presidentinum. Í Føroyum heldur Landsverk, at tey sjálvi kunnu velja, hvørjir vegir skulu gerast, sjálvt um Løgtingið hevur sagt, at peningurin skal nýtast í Suðuroynni. Somuleiðis er tað umráðandi, at borgarstjórar og umsiting fylgja teimum viðtøkum og verkætlanum, sum nevndir og býráð hava samtykt.
Altjóða viðurskiftir
Ta friður aftur er í Europa, skulu vit eins og amerikanska stjórnin leggur upp til, betra diplomatiska sambandi við Russland og vit skulu eisini økja samhandilin, hetta er grundarlagið og týðandi táttur undir einum varandi friði, og tað er at vóna, at Europa eisini vil fylgja klóku strategiini hjá Donald Trump forseta og hansara stjórn. Samstundis sum vit normalisera viðurskiftini við Russland, skulu vit eisini verða við til at byggja upp og samstarva við Ukraina.
Góð gongd í kommununi
Okkara kommuna hevur framhaldandi hækkandi inntøkur og kann hvørt ár gera íløgur fyri umleið 60 milliónir krónur árliga, so har fattast einki.
Tað er at fegnast um góðu gongdina, hækkandi fiskaprísir, góður upsafiskiskapur og nógv arbeiði á Kósavirkjunum. Góða gongdin við fiskiskapi og fiskaprísum virkar til, at kommunan framhaldandi hevur hækkandi inntøkur. Sjálvt við lækkandi kvotum á uppsjóvarfiski, so er hækkandi prísurin við til at halda umsetningunum uppi.
Kapping og íløgur
Vit eru í kapping við miðstaðarøkið, og tí mugu vit áhaldandi menna býin og kommununa. Tað er tørvur á íløgum á fleiri økjum: nýggjan langhyl, fimleikahøll, spæliðland til smærru børnini fyri at betra sínar rørslur og motorisku evnir, góð maturstøð, biograf og hóskandi tilboð til tey, sum ynskja at fara í býin um vikuskiftið. Kappingin harðnar við miðstaðarøkið, og tað er neyðugt at hava fokus á trivnaðin. Longu í 2008 býráðssetuni teknaði ein arkitektur okkum eitt heim til tey eldru sunnarlaga á Gerðabøð.
Íbúðarbygging og havnarmál
Tað er at fegnast um, at vit fingu veruliga ferð á alternativa íbúðarbygging í kommununi, og hetta arbeiði heldur fram. Vit seldu okkara havnaskrivstovu fyri mongum árum síðan og hava síðan leigað hesa somu havnaskrivstovu. Ætlanin var tá at gera nýggja havnaskrivstovu, og má hetta mál ráðfestast aftur. Havnin á vánni krevur eisini stórar ábøtur fyri at gerast ein trygg og kyrr havn, og vit mugu finna loysnir við bylgjubrótara úti á Klakki og á vestari síðu norðanfyri Kósina.
Ferðslumál og ljósini á Sandinum
Ferðslutrygd og einvegis ferðsla er gott, men at seta ferðina niður á 30 km/t er sera víttfevnt og kann føra til, at fleiri bilførarar missa koyrikortið. Her mugu onnur tiltøk setast í verk, tí hetta er ikki besta loysnin. Í kommununi royndu vit at gera umstøðurnar við Sandin betur. Har var alt eitt runudíkið, vit asfalteraðu og gjørdu ein fyribils veg, eins og vit eisini gjørdu eina gøtu fram við NólsoyarPáls húsinum. Eisini setti veðadeildin 11 ljós upp á endanum á útfyllingini. Hetta stóð sum eyðkenni fyri Klaksvíkina og var trygd, so skjóttgangandi bátar ikki sigldu inn í myrku útfyllingina. Nú eru øll hesi ljós/lampur tikin niður og sikkurt koyrd vekk. Tað var sagt, at talan var um umbygging ella útbyggingar, men nógv av hesum minnir meira um at niðurbrota tað, onnur hava sáa. Haldi, at tit skuldu sett lampurnar upp aftur á Sandinum, har vegurin er. Hvør lampa kostar umleið 7.000 krónur, og 11 ljós á útfyllingini høvdu eisini prýtt um.
Ítrótt, barnagarðar og skúlar
Ítrótturin er ein týðandi partur av trivnaðinum í kommununi. Vit hava tørv á góðum ítróttarkarmum, bæði til børn og ung, og til eldri, sum vilja røra seg og vera virkin. Langhylur og fimleikahøll eru týdningarmiklar íløgur, men tað er eisini umráðandi at styrkja felagsskapin í ítróttarfelagunum.
Barnagarðar eru grundarlagið undir einum tryggum uppvøkstri. Vit mugu tryggja góðar og nútímans karmar, so bæði børn og starvsfólk hava bestu umstøður. Hetta er eisini ein lykil til, at foreldur kunnu arbeiða og samstundis vita, at børnini hava tað gott.
Skúlar eru hjartað í menningini hjá næmingunum. Vit hava júst fingið ein nýggjan flottan skúla, sum fyri tað mesta var goldin, tá hann stóð liðugur. Spurningurin er, um hann ikki eisini kundi verið nýttur sum universitetskvøldskúli, so vit fáa fulla nyttu burturúr góðu kørmunum.
Stórar uppgávur framyvir
Ungdómsarbeiði, eldraøkið, íbúðarbygging, trivnaður og menning má ganga hond í hond. At stýra einari kommunu við 400 milliónum í umsetningi og nógvum virksemi krevur gjølliga, ítøkiliga, neyva og rættstundis gjaldførisstýring. Vónandi megnar býráðið at fáa hetta skipað á tryggan hátt. Somuleiðis er størsta uppgáva hjá umsitingini at geva borgarunum og vinnuni góða tænastu og svar uppá spurningar. Vónandi kemur hetta eisini í rættlag í 2026.
Mentan og vinnusøga
Ein spurningur, sum eg eisini seti mær, er, hvussu vit á mentanarøkkinum kunnu fáa okkara vinnu- og fiskivinnusøgu fram í ljósið. Vit eru ein týðandi føroyskur fiskivinnumiðdepil, og tað hevur stóran týdning, at vit lýsa okkara vinnufundament.
Fiskivinnan framvegis grundsúlan í okkara búskapi
Tað er sera umráðandi at fiskidagarnir undir Føroyum ikki lækka alsamt, royndin hevur verið met lág tey seinastu árini tí línuskipini hava fiska á mið- og fjarleiðum. Tí hevur tað eisini stóran týdning at landið framvegis gerð góðar fiskivinnuavtalur serliga við Ísland, Grønland, Noreg, Russland og Kanada.
Samferðsla
Eitt tað mest áhugaverda, eg eri komin fram til nú í desember, er, at um vit gera ein tunnil til Suðuroynna og binda alt landið saman, so er hetta ein íløga, ið ikki førir til, at vit hava hægri skuld enn tey flestu EU-londini. Tí sær tað út til, at vit gott kunnu gera hesa risaverkætlanina, og kann hetta bert lata seg gera, tí núverandi nettoskuldin hjá landinum er so forholdsvís lítil.
Framtíð og ynski
Vit mugu menna býin til tey, ið her liva og virka, og so vil hetta eisini gagna ferðavinnuni. Vit skulu ikki gera tað umvenda.
Vilja vit framhaldandi verða á fremstu rók, so mugu vit aftur seta ferð á og hava visiónir fyri mennan av okkara býi til frama fyri fólki og vinnu.
Eg vil ynskja tykkum øllum eini Gleðilig Jól og eitt av Harranum signa nýggjár.
