Tórshavnar kommuna er í ferð við at gera nýggjan umhvørvispolitikk, og í hesum sambandi verður borgarafundur í Perluni hóskvøldið 13. mars klokkan 19. Endamálið við fundinum er at hoyra, hvat borgararnir í Tórshavnar kommunu halda vera týdningarmikið at fáa við í ein umhvørvispolitikk.
Umhvørvið skal vera reinari og grønari. CO2-útlátið skal minka. Djór, plantur og menniskju skulu trívast. Og vit skulu liva í samljóði við mørkini hjá okkara gongustjørnu.
Men hvussu gera vit tað? Tað vilja vit fegin hoyra tína hugsan um.
Endamálið við fundinum hóskvøldið 13. mars er at hoyra, hvat borgararnir í Tórshavnar kommunu halda vera týdningarmikið at fáa við í umhvørvispolitikkin hjá kommununi. Hvørji átøk skulu til fyri at tryggja eitt betri umhvørvi? Hvat kunnu vit sjálvi gera, og hvør er uppgávan hjá kommununi? Hvussu kann Tórshavnar kommuna gerast millum grønastu kommunur í Norðurlondum? Hvar liggja møguleikarnir, og hvar eru avbjóðingarnar?
Ein arbeiðsbólkur varð fyrr í ár settur at orða umhvørvispolitikkin, og eftir ætlan skal arbeiðið vera liðugt í heyst.
Skráin fyri borgarafundin 13. mars
- Elsa Berg, borgarstjóri, bjóðar vælkomin
- Umboð fyri arbeiðsbólkin kunna um arbeiðið við umhvørvispolitikkinum
- Orðið er frítt
- Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, greiðir frá arbeiðinum við umhvørvispolitikkinum frameftir
Ger tína rødd galdandi og kom á borgarafund í Perluni 13. mars klokkan 19.
Øll eru hjartaliga vælkomin.