Tað er óskiljandi at Sambandsflokkurin og Tjóðveldið blíva við at hava ov nógv valevnir á listanum. Hetta stuðlar ikki uppundir at fáa fólk vald úr økjunum.
Stundum hugsi eg, hvør stýrir, er tað lokalt ella sentralt. Hjá Fólkaflokkinum var støðan tann, at tey í eru vald eru sjálvskrivaða á listanum og so hevði flokkurin ella nevndin eina snilda viðtøku sum segði at tað skuldi vera javnstøða – ja so demokratiskt so tvær kvinnur komu á listan og tað skuldi ikki verða meir enn 4 á listanum. Hetta gjørdi so sjálvandi tað at persónar í býráðnum við nógvum stemmum ikki komu á listan. Fyrr møtti valevnini við stillarum til uppstillingarfund og so komu tey á listan sum høvdu flest stillarar við sær. Men Sjálvstýrið gjørdi eitt sera gott val og var tað sera flott av leiðsluni í flokkinum og formanninum. Tá vit hugsa um fólkatingsvalið so vísir tað greitt, at tað ikki er tjóðarsemja ella loysing í er fremst í huganum hjá fólkinum. Um Fólkaflokkurin og Tjóðveldið vilja gera seg galdandi í framtíðini mugu tey hava greiðan boðskap og bert stilla 1 persóna upp á hvørjum lista um man vil kappast við javnaðarflokkin og Tjóðveldið.
Nú samgonga skal skipast í Føroyum man tað verða haldførið og íbúðarviðurskiftir ið eru frammarlaga. Og ikki minst fast samband til Suðuroygigna. Men skattaspurningurin eigur eisini at verða tíðandi táttur. Ung fólk fara til arbeiðis og hava ikki 40% av lønini eftir at øll gjøld eru trekt, hetta gongur als ikki og má málið verða at tey ungu altíð hava 55% eftir av inntøkuni eftir skattir og avgjøld. Men eitt tað týdningarmesta málið nú er at yvirtaka útlendingaøkið. Av øðrum málum so má matrikulstovnurin hava styttri málsviðgerðir so bústaðir og almennir bygningar kunnu byggjast sum skjótast.
Búskaparfrøðingar tosa um at byggja spakuliga ella bíða, hetta er nokk ikki haldgóðir politikkur, jú tað er sera kostnaðarmikið at byggja í góðum tíðum, men røktarheim og barnagarðar og útstykkingar kunnu ikki bíða. Men tjóðleikhús kann bíða. Kanska kundi landspolitikkarnir nú skunda undir so Skúlin á Trøðni og tey børn og ungu ið har eru fáa betri umstøður og har óljóð verður minni, so trivnaðurin kann betrast. Góðan byr fyri framman.
