mandag, april 13, 2026
Home TP - TÓRSPORTALURIN Útboð av grundøki til frítíðarhús í havnarlagnum í Hesti

Útboð av grundøki til frítíðarhús í havnarlagnum í Hesti

0 comments

Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum út eitt grundøki á umleið 1.900 m² í havnarlagnum í Hesti til bygging av frítíðarhúsum. Endamálið við útbjóðingini er at skapa eitt samanhangandi frítíðarhúsøki við íblástri frá føroyskum neystum og sjóvarmálanum, sum virðir landslagið og samstundis styrkir bygdarlívið í Hesti. 

Dentur verður lagdur á arkitektoniska heild, góð útirúm og atkomu til alment fríøki fram við sjóvarmálanum.

Útbjóðingin er serliga ætlað arbeiðstakarum, byggifyritøkum og feløgum, ið ynskja at menna verkætlanina sum eina samlaða loysn.

Tilboð skulu latast inn umvegis útboðsportalin hjá Tórshavnar kommunu á utbod.torshavn.fo í seinasta lagi 15. mai 2026 klokkan 12.

Nærri kunning um treytir, mannagongd og krav til tilboð er at finna á síðu okkara um útboð í kommununi.

Útboð í kommununi

Kelda & mynd: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira