Á løgtingsfundi í dag bleiv Beinir Johannesen valdur til Føroya løgmann og verður tað tí við honum á odda, at samgongan við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum nú fer til verka.
Beinir Johannesen er føddur í Klaksvík tann 12. februar 1997. Hann er giftur Helenu Johannesen og búgva tey í Klaksvík.
Beinir Johannesen varð fyrstu ferð valdur á løgting í 2019. Í farna valskeiði var hann næstformaður í fíggjarnevndini og tingbólkaformaður hjá Fólkaflokkinum.
Beinir Johannesen hevur verið formaður í Fólkaflokkinum síðan 2022.
Video niðanfyri: Nýggi løgmaðurin greiðir frá
https://www.facebook.com/plugins/video.php?height=476&href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Freel%2F975985401518448%2F&show_text=true&width=267&t=0
Kelda & mynd tinganes: 13 apr. 2026
