“Saman um grønu framtíðina” er heitið á nýggja umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, sum verður lagdur alment fram í Perluni í Havn týsdagin 14. apríl klokkan 16.30.
Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin í Perluna at hoyra og síggja, hvussu umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu 2026-2032 sær út.
Kommunan hevur sett sær fyri at minka munandi um útlátið av vakstrarhúsgassi næstu árini, m.a. við at fremja grøna orkuskiftið í kommunalum bygningum og við at betra umstøðurnar hjá bleytu og kollektivu ferðsluni.
Eisini raðfestir kommunan at menna vitan um náttúruna, tryggja skynsama nýtslu av lendi og fáa reint umhvørvi á landi og við strendur. Ein partur av umhvørvisarbeiðinum verður at minka nýtslu, avmarka nøgdir av burturkasti og geva borgarum og vinnulívi betri møguleikar at skilja ruskið.
Kelda: torshavn.fo
