Konjunkturbarometrið, sum gevur ábending um, hvussu vinna og húsarhald meta búskaparstøðuna vera, er lækkað. Húsarhaldini og byggivinnan eru bjartskygd og byggivinnan væntar, at tørvur á arbeiðsmegi fer at økjast nógv. Tilfeingis- og framleiðsluvinnan væntar, at framleiðslan fer at minka og søluprísirnir fara at lækka. Hetta skrivar Hagstovan

Samlaða konjunturbarometrið er samansett soleiðis, at brúkarin vigar 20 prosent, og vinnan vigar 80 prosent. Í vinnuni er tað tilfeingis- og framleiðsluvinnan, sum vigar mest við 40 prosentum, síðan kemur tænastuvinnan við 30 prosentum og byggivinnan og handilsvinnan við hvør sínum 5 prosentum.
Konjunkturbarometrið er nú 5. Tað er minni enn seinasta uppgerð og eisini minni enn langtíðarmiðal, sum er 14. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir. Talvan niðanfyri vísir ávísan fyri hvørja konjunkturkanning sær.
Treystitalið og ávísar frá fimm kanningum
Juni 2024 til juni 2026
| juni 2024 | januar 2025 | juni 2025 | januar 2026 | juni 2026 | |
|---|---|---|---|---|---|
| Treystital (samanvigaður ávísi) | -8,0 | 9,0 | 9,0 | 11,0 | 5,2 |
| – Brúkaraávísi (20%) | -9,0 | -12,0 | -17,0 | -17,0 | -13,0 |
| – Tilfeingis- og framleiðsluvinna – ávísi (40%) | -33,0 | -3,0 | -1,0 | 0,0 | -6,0 |
| – Byggivinnan – ávísi (5%) | 31,0 | 16,0 | 9,0 | 2,0 | 24,0 |
| – Handilsvinnan – ávísi (5%) | 4,0 | 13,0 | 10,0 | 33,0 | 24,0 |
| – Tænastuvinnur – ávísi (30%) | 18,0 | 38,0 | 41,0 | 41,0 | 26,0 |
Viðm.: Ávísar (en: indicators) liggja í talstrekkinum frá +100 til -100.
Húsarhaldini eru eitt vet meira bjartskygd um komandi árið
Ávísin fyri brúkaravæntanirnar er hækkaður eitt vet frá -17 til -13. Tað er tó lægri enn langtíðarmiðal, ið er á -5. Síðani juni 2022 hevur ávísin fyri brúkararnar verið lægri enn langtíðarmiðal. Tað var eisini á vári 2022, at brúkaraprístalið byrjaði at hækka.
Føroysku húsarhaldini eru tó meira bjartskygd um búskaparstøðuna í Føroyum, enn tey vóru bæði í juni í fjør og í januar í ár. Bæði metingin fyri farna árið og metingin um komandi árið eru hækkaði.
Húsarhaldini meta sína egnu fíggjaligu støðu verða eitt sindur betri í dag sammett fyri einum ári síðan – tey eru eitt vet meira bjartskygd um, at fíggjarliga støðan verður betur um eitt ár sammett við í dag
Les meira her
