mandag, juni 22, 2026
Home VinnaVinna & Samfelag 14 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 6,7 prosent. Hetta skrivar Hagstovan

14 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 6,7 prosent. Hetta skrivar Hagstovan

0 comments

Fiskiveiða og aling eigur meira enn triðingin av vøkstrinum í lønarkrónum. Hetta kemst serliga av løn í botnfiskiveiðu, sum seinastu 12 mánaðirnar er vaksin við næstan 50 prosentum samanborið við undanfarna tíðarskeið.

880 milliónir krónur, ella 6,7 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá juni 2025 til mai 2026 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar. 

Løn (útgoldin)

12 mánaðarskeið 2024/25 og 2025/26

 juni – maimunur
 2024-252025-26mió. kr.%
Løn (útgoldin)13.081,413.957,1875,86,7

Kelda:Hagstova Føroya

Vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini. Hetta sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.

Botnfiskiveiða tilsamans eigur 30 prosent av vøkstrinum

Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðir frammanundan. Størsti vøkstur í krónum átti ‘Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða’. Verður hendan vinnugreinin útgreinað, sæst at vøksturin var serliga stórur í ‘botnfiskiveiðu’, har lønirnar eru vaksnar við næstan 50 prosentum. Verður ‘botnfiskiveiða’ løgd saman við ‘botnfiskiveiðu, sum er virkað umborð’, vóru útgoldnu lønirnar tilsamans 280 milliónir krónur størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hetta er meira enn 30 prosent av samlaða lønarvøkstrinum seinastu 12 mánaðirnar. 

Aðrar vinnugreinar við stórum lønarvøkstri í krónum vóru ‘Flutnings- og goymsluvinna’, ‘Heilsu- og Almannaverk’ og ‘Framleiðsluvinna’ við ávikavist 100 og 77 milliónum krónum. Hesi høvdu ein lønarvøkstur millum 4 og 8 prosent.

Løn (útgoldin), høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara

12 mánaðarskeið 2024/25 og 2025/26

 juni – maimunur
 2024-252025-26mió. kr.%
Tils. (høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara)13.081,413.957,1875,86,7
A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða1.599,51.932,4332,920,8
A.01 Plantu- og húsdjóraaling, veiða og tænastur í hesum sambandi12,813,20,43,1
A.03 Fiskiveiða og aling1.586,81.919,3332,521,0
A.03.1.1.10 Botnfiskiveiða406,6605,0198,448,8
A.03.1.1.15 Botnfiskiveiða, ið er virkað umborð202,6284,581,940,4
A.03.1.1.20 Uppsjóvarveiða551,6593,141,47,5
A.03.1.9.90 Onnur fiskiveiða19,921,82,09,8
A.03.2.0.00 Aling406,0414,98,82,2
B Námsvinna og grótbrot0,10,0-0,1-100,0
C Framleiðsluvinna1.283,21.359,976,86,0
C.10 Matvøruframleiðsla676,4718,141,66,2
C.11-33 Onnur framleiðsla enn matvørur606,8641,935,15,8
D El-, gass- og fjarhitaveiting114,9117,82,92,5
E Vatnveiting; kloakkir og ruskviðgerð52,947,5-5,3-10,1
F Byggivinna1.114,81.108,6-6,2-0,6
G Heil- og smásøla; umvæling av akførum1.095,51.160,164,55,9
H Flutnings- og goymsluvinna1.249,11.350,5101,48,1
I Gisting og matstovuvinna250,8270,820,18,0
J Kunning og samskifti368,4389,320,95,7
K Fígging og trygging402,4411,49,02,2
L Søla, útleiga og umsiting av fastognum27,033,26,223,0
M Serkøn, vísindalig og tøknilig tænastuveiting456,0484,228,26,2
N Umsitingarligar o.l. tænastuveitingar210,8230,719,89,4
O Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar1.801,81.875,273,44,1
P Undirvísing857,0881,124,12,8
Q Heilsu- og almannaverk1.882,01.959,377,34,1
Q.86 Heilsuverk749,5785,736,24,8
Q.87 Røktarvirksemi á bústovnum1.072,51.115,442,94,0
Q.88 Almannatiltøk uttan fyri stovnarnar60,058,1-1,8-3,1
R List, undirhald og ítróttir175,4191,816,39,3
S Aðrar tænastuveitingar132,5136,64,13,1
T Húsarhald við starvsfólki; framleiðsla til egna nýtslu0,00,00,0
U Virksemi hjá altjóða felagskapum
X Virksemi ikki upplýst0,00,00,0

Kelda:Hagstova Føroya

Menn eiga størra partin av lønini og vøkstrinum 

Av samlaðu útgoldnu lønini seinastu 12 mánaðirnar, áttu menn 62 prosent við 8,6 av tilsamans 14 milliardum krónum. Somuleiðis áttu menn størra partin av lønarvøkstrinum, tá samanborið var við undanfarna tíðarskeið. Av lønarvøkstrinum á 880 milliónir krónur áttu menn 71 prosent við 620 milliónum krónum. 

Býtt á geira, áttu menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, størsta vøkstur. Teir áttu meira enn helvtina av vøkstrinum við góðum 540 milliónum krónum. Samanborið við undanfarna tíðarskeið er útgoldna lønin hjá teimum vaksin við 9 prosentum.  

Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, høvdu næst størsta vøksturin í krónum við 144 milliónum krónum. Hetta er lønarvøkstur á 4,2 prosent samanborið við undanfarna tíðarskeið. Útgoldna lønin hjá kvinnum, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði var minni, men lønarvøksturin var tó lutfalsliga størri við 6,8 prosentum.

Løn (útgoldin), kyn, undir privatum ræði ella almennum ræði

12 mánaðarskeið 2024/25 og 2025/26

 juni – maimunur
 2024-252025-26mió. kr.%
Tilsamans13.081,413.957,1875,86,7
Kvinnur5.081,35.336,2254,95,0
Menn8.000,18.620,9620,97,8
Undir privatum ræði7.661,78.316,0654,38,5
Kvinnur1.641,31.752,1110,96,8
Menn6.020,46.563,9543,59,0
Undir almennum ræði5.419,75.641,1221,44,1
Kvinnur3.440,03.584,0144,04,2
Menn1.979,62.057,077,43,9

Viðm.:Sí niðast fyri lýsing av ræði.Kelda:Hagstova Føroya

Størsti lønarvøkstur í Sandoyar øki

Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið býtt á bústaðarøki. Búsitandi í Sandoyar øki hava havt størsta vøkstur við 13,7 prosentum. Norðurstreymoyar øki hevði minsta vøkstur við 4,6 prosentum. Hjá løntakarum búsitandi uttanlands var útgoldna lønin 3,8 prosent hægri í mun til undanfarna tíðarskeið.  

Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya økiEysturoyar økiNorðstreymoyar økiSuðurstreymoyar økiVága økiSandoyar økiSuðuroyar øki.

Les meira her

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira