14,2 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 6,1 prosent. Hetta skrivar Hagstovan.
Hjá monnum var vøksturin 7 prosent og hjá kvinnum 5 prosent. Botnfiskiveiða átti slakan triðing av lønarvøkstrinum, tá samanborið er við undanfarnu 12 mánaðirnar. Flutnings- og goymsluvinna átti 15 prosent.

813 milliónir krónur, ella 6,1 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá august 2025 til juli 2026 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
Løn (útgoldin)
12 mánaðarskeið 2024/25 og 2025/26
| august – juli | munur | |||
|---|---|---|---|---|
| 2024-25 | 2025-26 | mió. kr. | % | |
| Løn (útgoldin) | 13.340,0 | 14.152,9 | 812,9 | 6,1 |
Kelda:Hagstova Føroya
Vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini. Hetta sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Lønin og vøksturin er væl størri hjá monnum
Býtt á kyn áttu menn 62 prosent av útgoldnu lønunum seinastu 12 mánaðirnar við 8,7 milliardum krónum. Av samlaða lønarvøkstrinum áttu teir 68 prosent við 560 milliónum krónum.
Útgoldnu lønirnar hjá monnum vóru sløk 7 prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hjá kvinnum var vøksturin 5 prosent.
Les meira her: https://hagstova.fo/fo/tidindi/142-milliardir-utgoldnar-i-lonum-seinastu-12-manadirnar-voksturin-er-61-prosent
