onsdag, juni 24, 2026
Home VinnaVinna & Samfelag Tá Fiskurin kom aftur

Tá Fiskurin kom aftur

0 comments

Partar av greinum eftir Eyðun Hansen fyrrverðandi yvirmaður á trolarar og greinarøð tá Fiskurin kom aftur. Hetta er frá FB hjá Eyðun Hansen.

Havi hugt aftur á tað fyrsta sum eg skrivaði

Í 1992 søgdu fiskifrøðingarnir, at fiskurin ikki kom aftur fyrr um eini 5-6 ár, men hettar fingur teir ikki rætt í, tí fiskurin kom aftur í apríl 94. Tað bleiv nógvur toskur.

Hesin eg havi tosa við sigur, at teir koyrdu út á Nevinum, suður ígjøgnum Eystara kant og vestureftir sunnanfyri kassan, 60 gradir 41, á Munkagrunninum. Hettar var seint á summarinum og teir fingu skít fult av toski. Støddin var 2 og 3-arir. Tað bleiv selt í Schrabster og fingu teir kr. 12 fyri kg.

Í 1995 royndu teir á Suðuroyarbanka, har fingu teir 100 kassar av toski í hálinum og væl av upsa var eisini í.

Tað bleiv fiska á uml. 100 til 200 favnar dýpi og hesin fiskurin var myrkarin enn hann annars plagar at vera.

Spurgdi viðkomandi, um tað er av ovurfisking at eingin fiskur er at fáa í dag? Svarið var klárt og tíðiligt NEI. Hann meinar at orsøkin er, at alt ov stórur partur av føroyagrunninum er stongdur, tað eru eingi økir at fiska á longur. Og í´80 vóru nógv fleiri skip sum fiskaðu afturímóti nú. Hann helt, tað mundi vera fiska við eini 70 trolum í senn fyrr, og tað eru bert 9 torl í dag, so illa ber til at samanbera nú og tá. Tað er heldur eingin sum veit um fiskurin veruliga er burtur, tí eingin sleppur inn á tey stongdu økini at royna.

Eyðun Hansen

Fiskifrøðingarnir siga at eingin visti av, at fiskurin kom aftur í 1994 Brot frá Sjómannadegnum

Lurtaði á Norðlýsinum eftir sendingini, sum var frá fiskivinnufundinum á Sjómannadegnum. Har hoyrdi eg fiskifrøðing siga at eingin visti av, at fiskurin kom aftur í 1994. Hettar er ikki rætt sum hann sigur. Í des. 92 var ein grein í Sosialinum við mær og Helga Fossdal, har vit vildu vera við at fiskurin fór at koma aftur skjótt, tí tað var so nógv æti í sjónum. Tað gekk uml. 1½ ár, so var toskurin aftur. Fiskiføðingarnir skrivaðu aftur ímóti okkum, at stovnarnir vóru so nógv niðurfiskaðir, at tað fór at ganga minst 5 ella 6 ár áðrenn fiskastovnurin kundi koma fyri seg aftur.

Síðst í ´80 og fyrst í ´90 var einki æti at síggja á ekkoloddinum. Tað samsvarar við, at tað var lítið av fiski fáa tá og at í ´92 var nógv æti at síggja og fiskurin kom aftur.

Eg havi tosa við nógvar menn og teir siga ALLIR at teir vænta at fiskurin kemur skjótt aftur. Allir siga orsøkina til teirra meting vera, at tað er nógv æti og nógvur fuglur er at síggja aftur.

Spurgdi teir eisini, um tað var eitt gott hugskot at goyma toskin, tá nogv er til? Fleiri trektu uppá smílibandi og onkur flenti. Eingin helt at hettar ber til. Teir halda at tað er at fiska toskin tá hann er her, tí vit vita ikki nær æti ikki meir. Toskurin sum alt annað ferðast har har sum æti er.

Ein fortaldi, at hann hevði lisið, at í 1620 høvdu prestar biðji um størri garðar, orsaka av”dårligt fiskeri” Tað hevur neppa veri av yvirfisking.

Tað var lítið av fiski at fáa mitt í ´70 , men onkur hevur sagt mær, at nógvur fiskur kom aftur í ´78. Eg kundi hugsa mær at fingið meiri at vita um hettar, so tað hevði verið gott um fortaldi mær okkurt.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira