søndag, december 7, 2025
Home Vinna Trý nýggj tangaskip í FAS

Trý nýggj tangaskip í FAS

0 comments

Trý tangaskip eru skrásett í FAS seinasta mánaðin. Hetta skrivar Sjóvinnustýrið á teirra heimasíðu

Systurskipini YOKOHAMA PIONIER og KOBE PIONIER hava fingið merkið á hekkuna og eru á veg til Europa, har tey fara at hava sítt dagliga virki. Skipini eru bygd í Korea í ávikavist 2015 og 2016. Tey eru ávikavist 2.801 og 2.696 bruttotons til støddar.

SELVÍK ICE er bygt í Hollandi í 2000. Tað skal m.a. sigla við olju til skip í Barentshavinum.

Hesi  skipini eru trý av einans seks olju- og kemikaliutangaskipum í FAS. Hini eru FURE SKAGEN, FURE SPEAR og OKTAN.

Vit ynskja teimum vælkomnum og blíðan byr framyvir!

27-11-2025

Kelda: fma.fo – savnsmynd 24.fo frá 123rf.com

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira