mandag, januar 19, 2026
Home Fólk og Samfelag Noomi Oddmarsdóttir Gregersen nýggjur stjóri í Heilsustýrinum

Noomi Oddmarsdóttir Gregersen nýggjur stjóri í Heilsustýrinum

0 comments

    

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur sett Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, sum stjóra í Heilsustýrinum.

Noomi Oddmarsdóttir Gregersen er 47 ára gomul, hon er útbúgvin MSc í lívfrøði frá Aarhus Universiteti í 2010, hevur eina PhD í medisini við sergrein innan arvafrøði frá Aarhus Universiteti í 2015. Noomi er júst farin undir eina master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya.

Noomi hevur drúgvar starvsroyndir innan íleguøkið í Føroyum, har hon millum annað hevur starvast sum granskari, verkætlanarleiðari av FarGen og leiðari av heilsudátu- og fólkaheilsueindini í Heilsustýrinum.

Noomi tekur við starvinum tann 1. januar 2026.

Kelda & mynd: hmr.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira