søndag, marts 8, 2026
Home Fólk og Frítíð Knørrur fær stuðul til nýtt róðrarneyst

Knørrur fær stuðul til nýtt róðrarneyst

0 comments

Kommunan hevur givið tilsøgn til at veita róðrarfelagnum Knørri stuðul til nýtt róðrarneyst í Álakeri.

Talan er um eitt neyst í trimum hæddum, sum verður 1.675 fermetrar stórt.

Felagið søkti kommununa um íløgustuðul upp til 30% av verkætlanini, og kommunan hevur givið tilsøgn um stuðul upp á tilsamans 11 mió. krónur – 5,5 mió. í 2026, sum verða tiknar av meirinntøkunum fyri 2025, og aðrar 5,5 mió. í 2027.

Róðrarfelagið Knørrur hevur síðan stovnanina í 1985 verið í støðugum vøkstri og hevur nú tíggju bátar og manningar í øllum aldri. Knørraneystið skal savna virksemið hjá felagnum á einum stað og vera karmur um gott og virkið felagslív.

Ætlanin er, at umframt at vera felagshús skal Knørraneystið eisini vera sum eitt virkið mentanarhús, ella eitt livandi savn, har báturin kann upplivast við framsýnginum, søgum og rættiligum smíði, har bátar verða umvældir og skaptir frá kjøli.

Um alt gongur sum ætlað, verður farið undir byggingina fyrst í komandi ári.

Tað verður á hesum økinum, at Knørrur fer at byggja nýtt róðrarneyst. Í løtuni standa bátarnir hjá Knørrafelagnum í bingjum
Tað verður á hesum økinum, at Knørrur fer at byggja nýtt róðrarneyst. Í løtuni standa bátarnir hjá Knørrafelagnum í bingjum
Umboð fyri kommununa vóru í vikuni og vitjaðu Knørrafelagið
Umboð fyri kommununa vóru í vikuni og vitjaðu Knørrafelagið
Jógvan Elias Jakobsen, formaður í Knørri, greiðir frá
Jógvan Elias Jakobsen, formaður í Knørri, greiðir frá
Róðrarfelagið Knørrur hevur leingi havt brúk fyri hølum til sítt virksemi
Róðrarfelagið Knørrur hevur leingi havt brúk fyri hølum til sítt virksemi

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira