Úrslitið eftir skatt í 2024 var eitt avlop upp á 47,9 mió. kr. samanborið við 38,7 mió. kr.árið frammanundan. Framgongdin stavar í høvuðsheitum frá lægri niðurskrivingum ogøktum rentuinntøkum.
Sparikassin er nøgdur við gongdina í 2024.
Vøkstur í virksemi
Útlánini øktust úr 2.182 mió. kr. upp í 2.248 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 66
mió. kr. ella 3,0 %.
Innlánini øktust úr 2.607 mió. kr. upp í 2.729 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á
122 mió. kr. ella 4,7 %.
Ábyrgdarpeningurin øktist úr 36,6 mió. kr. upp í 38,0 mió. kr., ið svarar til eina øking
upp á 1,3 mió. kr. ella 3,6 %. Mælt verður til at renta ábyrgdarpeningin við 6 % í 2024,
og miðað verður eftir at renta ábyrgdarpeningin við 5 % í 2025.
Grundrakstur styrktur
Grundraksturin varð styrktur í 2024. Grundraksturin var 55,5 mió. kr. samanborið við
52,1 mió. kr. árið fyri. Hetta svarar til eina hækking upp á 3,4 mió. kr. ella 6,5 %.
Gjaldføri og kapitalur
Sparikassin hevur gott gjaldføri og dyggan kapital.
Lyklatalið fyri gjaldførið var 419 % í mun til lógarkravda gjaldførið á 100 %.
Kjarnukapitalurin var 29,5 % sammett við 27,6 % árið fyri. Samlaða kapitalkravið var
uppgjørt til 20,1 % og sostatt var kapitalyvirdekningurin 9,4 %-stig ella umleið 124 mió.
kr. við ársenda 2024.
Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður 3. apríl 2025.
Ársfrásøgnin sæst her: https://www.ns.fo/um-okkum/um-nordoya-
sparikassa/roknskapir/roknskapir
NORÐOYA SPARIKASSI
Marner Mortensen, stjóri