Størsti vøkstur er hjá kvinnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði. Í vinnugreinum er vøksturin serliga stórur í “Heilsu- og almannaverki” og í “Almennari umsiting og verju”.
560 milliónir krónur, ella 4,6 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá mars 2024 til februar 2025 enn undanfarnu 12 mánaðirnar.
Løn (útgoldin)
12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25
mars – februar | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023-24 | 2024-25 | mió. kr. | % | |
Løn (útgoldin) | 12.290,8 | 12.850,5 | 559,7 | 4,6 |
Kelda:Hagstova Føroya
Gongdin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur, men er viknaður seinasta árið. Hetta sæst við at hyggja eftir trendinum.
Vøksturin størri hjá kvinnum
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum. Hetta er eitt prosent hægri enn í undanfarna tíðarskeiði.
Av samlaða vøkstrinum á 560 milliónir krónur, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 354 milliónum krónum. Av hesum áttu kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, 318 milliónir krónur.
Samlaða útgoldna lønin hjá kvinnum var næstan átta prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hjá monnum var lønin minni enn trý prosent hægri. Hjá kvinnum og monnum sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði var vøksturin ávikavist 10 og 5 prosent.
Løn (útgoldin), kyn, undir almennum ella privatum ræði
12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25
mars – februar | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023-24 | 2024-25 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 12.290,8 | 12.850,5 | 559,7 | 4,6 |
Kvinnur | 4.641,9 | 4.996,3 | 354,4 | 7,6 |
Menn | 7.648,9 | 7.854,2 | 205,3 | 2,7 |
Undir privatum ræði | 7.368,2 | 7.519,8 | 151,6 | 2,1 |
Kvinnur | 1.579,8 | 1.616,3 | 36,6 | 2,3 |
Menn | 5.788,4 | 5.903,4 | 115,0 | 2,0 |
Undir almennum ræði | 4.922,6 | 5.330,7 | 408,1 | 8,3 |
Kvinnur | 3.062,1 | 3.379,9 | 317,9 | 10,4 |
Menn | 1.860,5 | 1.950,8 | 90,3 | 4,9 |
Viðm.:Trýst á “vís fleiri grafar” niðast fyri at síggja orðalýsingina um “geira” fyri lýsing av “ræði”.Kelda:Hagstova Føroya
Almennar vinnugreinar hava størsta lønarvøkstur
Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðirnar frammanundan. Størsti vøkstur í krónum var í “Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar” og næst í “Heilsu- og almannaverk”. Í “Heilsu- og almannaverk” sæst, at tað er serliga undirbólkurin “Røktarvirksemi á bústovnum”, sum hevur havt størsta lutfalsliga vøkstur við 14 prosentum.
“Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða” og “Framleiðsluvinna” hava sum tær einastu vinnugreinarnar havt eina minking í útgoldnum lønum. Verður “Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða” víðari útgreinað, sæst at størsta minkingin er í uppsjóvarveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru 100 milliónir ella slakar 16 prosent minni seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Løn (útgoldin), høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara
12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25
mars – februar | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023-24 | 2024-25 | mió. kr. | % | |
Tils. (høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara) | 12.290,8 | 12.850,5 | 559,7 | 4,6 |
A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða | 1.611,5 | 1.533,9 | -77,6 | -4,8 |
A01 Plantu- og húsdjóraaling, veiða og tænastur í hesum sambandi | 13,6 | 13,0 | -0,6 | -4,4 |
A03 Fiskiveiða og aling | 1.597,9 | 1.520,9 | -77,0 | -4,8 |
A03.11.10 Botnfiskiveiða | 322,2 | 373,8 | 51,7 | 16,0 |
A03.11.15 Botnfiskiveiða, ið er virkað umborð | 209,7 | 194,2 | -15,5 | -7,4 |
A03.11.20 Uppsjóvarveiða | 640,1 | 539,9 | -100,2 | -15,6 |
A03.19.90 Onnur fiskiveiða | 20,3 | 18,6 | -1,7 | -8,6 |
A03.20.00 Aling | 405,6 | 394,4 | -11,2 | -2,8 |
C Framleiðsluvinna | 1.252,7 | 1.251,4 | -1,2 | -0,1 |
D El-, gass- og fjarhitaveiting | 101,2 | 112,2 | 11,0 | 10,8 |
F Byggivinna | 1.069,9 | 1.099,4 | 29,5 | 2,8 |
G Heil- og smásøla; umvæling av akførum | 1.058,5 | 1.081,5 | 23,0 | 2,2 |
H Flutnings- og goymsluvinna | 1.176,9 | 1.261,6 | 84,7 | 7,2 |
I Gisting og matstovuvinna | 233,7 | 246,0 | 12,3 | 5,3 |
J Kunning og samskifti | 342,7 | 365,5 | 22,8 | 6,7 |
K Fígging og trygging | 367,3 | 387,1 | 19,9 | 5,4 |
L Søla, útleiga og umsiting av fastognum | 37,3 | 40,7 | 3,4 | 9,0 |
M Serkøn, vísindalig og tøknilig tænastuveiting | 411,3 | 442,6 | 31,3 | 7,6 |
N Umsitingarligar o.l. tænastuveitingar | 184,5 | 198,8 | 14,4 | 7,8 |
O Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar | 1.822,2 | 1.981,7 | 159,5 | 8,8 |
P Undirvísing | 803,1 | 849,0 | 45,9 | 5,7 |
Q Heilsu- og almannaverk | 1.484,6 | 1.638,3 | 153,7 | 10,4 |
Q86 Heilsuverk | 688,4 | 735,9 | 47,5 | 6,9 |
Q87 Røktarvirksemi á bústovnum | 736,3 | 839,4 | 103,1 | 14,0 |
Q88 Almannatiltøk uttan fyri stovnarnar | 60,0 | 63,0 | 3,0 | 5,0 |
R List, undirhald og ítróttir | 159,0 | 171,5 | 12,5 | 7,9 |
S Aðrar tænastuveitingar | 124,3 | 135,0 | 10,7 | 8,6 |
Viðm.:Vinnugreinarnar “B Námsvinna og grótbrot”, “E Vatnveiting; kloakkir og ruskviðgerð”, “T Húsarhald við starvsfólki; framleiðsla til egna nýtslu”, “U Virksemi hjá altjóða felagskapum” og “X Virksemi ikki upplýst” eru ikki við í hesi talvuni. Tølini eru trúnaðarvard, tí undir tríggir arbeiðsgevarar eru í nevndu vinnugreinum.Kelda:Hagstova Føroya
Størsti vøkstur í Sandoyar øki
Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið býtt á bústaðarøki. Sandoyar øki hevur havt størsta vøkstur við yvir átta prosentum. Suðuroyar øki hevði minsta vøkstur við 2,4 prosentum.
Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.Lønarvøkstur, bústaðarøkiUppgerðarárið mars 2024 til februar 2025 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar3.7 %3.7 %2.7 %2.7 %8.2 %8.2 %4 %4 %5.8 %5.8 %2.4 %2.4 %5.6 %5.6 %
Miðallønin hjá kvinnum meira enn triðingur lægri
Í februar var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 37.947 krónur. Hetta eru sløk 5 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Grafurin niðanfyri vísir miðallønina býtt á kyn. Í februar fingu kvinnur 28.452 krónur í miðal, sum er 39 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 46.540 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við yvir fimm prosentum hjá monnum og fýra prosentum hjá kvinnum. Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn. Viðm.: Miðal verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn. Tað verður ikki tikið hædd fyri arbeiðstíð.Kelda: Hagstova FøroyaLøn (miðal), kynBæði kynTrendurKvinnurTrendurMennTrendurJan ’21Jan ’22Jan ’23Jan ’24Jan ’25Mai ’20Sep ’20Mai ’21Sep ’21Mai ’22Sep ’22Mai ’23Sep ’23Mai ’24Sep ‘242000202020.00030.00040.00050.00028.452,3 kr.46.539,8 kr.
Um lønarhagtølini
Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum ‘System of National Accounts’ hjá ST og ‘European System of Accounts’ hjá Eurostat.
Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald.
Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands.
Broyting í hagtølunum í 2024
Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av lønarhagtølum, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaðu lønirnar vuksu eitt vet – serliga seinnu árini. Størsta orsøkin handan vøksturin er at hagtølini nú eisini fevna um teir arbeiðsgevarar, ið eru skrásettir í føroysku altjóða skipaskrásetingini (FAS-skipanini) og mettir at vera partur av føroyska búskapinum. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endað”.
Tú kanst síggja alla greiningina hjá Hagstovuni her