lørdag, maj 16, 2026
Home Fólk og Samfelag Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði

Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði

0 comments

Seinastu tíðina er ivi sáddur um málsviðgerðina hjá Føroya Politi og í sama viðfangi um rættartrygdina í Føroyum. Føroya Politi vísir aftur, at rættartrygdin í Føroyum er í vanda. Tað hevur týdning, at eingin verður skuldsettur ella ákærdur uttan nágreiniliga málsviðgerð. Tá politiið fær fráboðanir frá myndugleikum um revsiverd viðurskifti, er tað týdningarmikið, at málini fyrst verða gjøgnumgingin, og at støða síðani verður tikin til, um grundarlag er fyri at skuldseta og seinni ákæra. Eingin fráboðan til politiið fer beinleiðis í rættin uttan at haldgóð prógv eru fyri møguligum lógarbroti.

Fráboðanir nágreiniliga gjøgnumgingnar

Tá ein myndugleiki metir, at eitt lógarbrot er framt á teirra øki, verður hetta fráboðað politinum. Politiið skal síðani kanna málið og ákæruvaldið meta um, hvørt prógvbyrðan í málinum kann lyftast. Starvsfólkini í bæði politinum og ákæruvaldinum leggja stóra orku í hetta arbeiðið júst fyri at tryggja rættartrygdina í Føroyum.

Økt arbeiðsorka

Føroya Politi viðurkennir, at langar málsviðgerðartíðir ikki eru nøktandi. Tað eru ymisk viðurskifti, ið gera seg galdandi, tá ið viðgerðin av einum máli dregur út. Tá ið talan til dømis er um serlóggávu ella um mál, sum eru tey fyrstu av sínum slagi í Føroyum, kann málsviðgerðartíðin verða long. Tað er tó ikki nøktandi, at mál fyrna, meðan tey liggja hjá einum myndugleika – uttan mun til hvønn myndugleika talan er um. Fyrningarfreistin í málum av hesum slagi er tvey ár. Freistin verður ikki roknað frá tí degi, málið verður meldað til politiið, men frá tí degi lógarbrotið er framt.

Føroya Politi hevur gjørt vart við tørvin á øktari arbeiðsmegi til bæði politi og ákæruvald fyri m.a. at tryggja styttri málsviðgerðartíð. Orsakað av hesum hevur Føroya Politi fingið møguleika at seta fleiri starvsfólk seinastu mánaðirnar, og fleiri starvsfólk eru á veg.

Kelda: Føroya Politi AI Mynd

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira