mandag, juni 22, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Jákup Sverri og Þórunn fylgjast á sildakanningar

Jákup Sverri og Þórunn fylgjast á sildakanningar

0 comments

Í síðstu viku byrjaðu árligar felagskanningar av norðhavssild.

Tað serliga í ár var, at Jákup Sverri og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, fylgdust út av Havnini í góðveðrinum hósdagin 30. apríl, tá myndirnar vórðu tiknar.

Hetta var byrjanin upp á túrin hjá Jákup Sverra, meðan Þórunn Þórðardóttir var komin inn á Havnina m.a. fyri at fáa fólk umborð.

Þórunn Þórðardóttir er nýtt havrannsóknarskip, bygt í 2024. Tað er 69,80 m langt og 2024 bruttotons, so nakað størri enn okkara egni Jákup Sverri.

Norðhavssild er felags fiskastovnur, sum íslendarar, norðmenn, bretar, danir og føroyingar samstarva um at kanna. Kanningarnar hava verið skipaðar eftir sama leisti síðani 1996, t.v.s. í 30 ár.

Til ber at fylgja við hvar skipini eru. Þórunn Þórðardóttir sæst her og Jákup Sverri sæst her.

Norðhavssild

Kelda & myndir: hav.fo – 5. mai 2026

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira