torsdag, juni 11, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Stóra Føroyska Fiskivinnumessan sum er í Klaksvík endar í morgin

Stóra Føroyska Fiskivinnumessan sum er í Klaksvík endar í morgin

0 comments

Tað eru Luttakarar úr 14-15ymiskum londum ið hava basar á framsýningini og fleiri enn 180 fyritøkur luttaka í ár á ATLANTIC FAIR 2026

24FO.NEWS

Tað var Løgmaður ið setti stóru Fiskivinnumessuna ið nú hevur 25 ár á bakið og er hetta ein alttjóða maritim messa við luttakarum úr ymiskum londum. Serliga eru tað fiskivinnufyritøkur og veitarar ið mynda messuna.

VÆLKOMIN TIL ATLANTIC FAIR 2026 Í KLAKSVÍK

25 ár síðani fyrstu altjóða sjóvinnuframsýning í Føroyum

Í 2026 eru liðin 25 ár síðan Føroya fyrsta altjóða sjóvinnuframsýning fór av bakkastokki.

Fyrsta messan var hildin í 2001 og hevur, við tveimum undantøkum, verið eitt afturvendandi tiltak annaðhvørt ár. Hetta verður tólvta ferðin, at hon verður hildin. Tær fyrstu mongu ferðirnar bar hon navnið North Atlantic Fish Fair, men síðani 2015 hevur hon verið marknaðarførd sum Atlantic Fair, tí hon fevnir um nógv meira enn fiskivinnuna einsamalla, tó at fiskivinnan framvegis er ryggurin.

Undirtøkan hevur frá byrjan verið stór, bæði frá framsýnarum og vitjandi, og áhugin úr útheiminum hevur eisini verið veksandi. Í 2024 luttóku framsýnarar úr 15 londum, og vitjandi komu úr 23 londum.

Umframt framsýningina eru eisini viðkomandi og áhugaverdir fyrilestrar, sum í stóran mun snúgva seg um ta maritima vinnuna.

Báðar ítróttarhallirnar verða aftur karmur um messuna, og framsýningargólvið er víðkað nakað í mun til seinast, sum gevur pláss til enn fleiri framsýnarar.

Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum til tríggjar spennandi dagar á Atlantic Fair 2026, har nýhugsan og samstarv møtast og skapa nýggjar møguleikar.

Vælkomin á Atlantic Fair 2026

Áki í Skemmuni
Stjóri

“Atlantic Fair – International Maritime Exhibition”

“Atlantic Fair – International Maritime Exhibition” verður hildin annað hvørt ár.
Stevnan var í mai 2024 og eydnaðist framúr væl við 183 framsýnarum úr 15 londum og vitjað av 3,600 fólkum yvir teir 3 dagar stevnan var.

Vælkomin til Klaksvíkar

Tað er mær ein stórur heiður aftur at bjóða tykkum øllum vælkomin til Klaksvíkar – fiskihøvuðsstaðin í Føroyum – til Atlantic Fair 2026.

Í ættarlið hevur fiskivinnan ikki einans verið ein hornasteinur í føroyska búskapinum, men eisini ein týdningarmikil partur av samleikanum og lívsstílinum hjá okkum. Í dag stendur vinnan á einum krossvegi millum siðaarv og nýskapan, har burðardyggar arbeiðshættir og tøknilig frambrot ganga hond í hond.

Seinastu árini hava vit sæð stór framstig í føroysku fiskivinnuni. Nýggj skip eru komin í flotan, bygd við nýmótans tøkni, sum minka um ávirkanina á umhvørvið og økja um effektivitetin. Orkuloystir eru í støðugari menning. Talgilding broytir arbeiðsgongdirnar. Og nýggj ættarlið av fakfólki koma við frískum hugskotum og sjónarhornum.

Atlantic Fair endurspeglar hesa nýskapandis- andan. Her savnast fólk úr øllum heiminum at skifta hugsanir, menna samstarv og vísa tað besta fram, sum sjóvinna og fiskivinna hava at bjóða. Her í Klaksvík eru vit errin av at hýsa hesum týdningarmikla tiltaki, sum ikki bert stuðlar undir menningina av vinnuni, men eisini styrkir okkara altjóða sambond.

Hesir tríggir dagarnir vóna vit, at tit finna íblástur, byggja sterk sambond og uppliva tað góða, føroyska gestablíðni. Klaksvík bjóðar ikki bara karmar til fakligan dialog, men eisini møguleikan at kanna mentan, náttúru og okkara lokalsamfelag.

Sum borgarstjóri í Klaksvík vil eg takka øllum luttakarum, fyriskiparum og vitjandi fyri at vera her. Vegna býráðið ynski eg tykkum eina væleydnaða, gevandi og minnisríka Atlantic Fair 2026.

Vælkomin til Klaksvíkar – og vælkomin til framtíð fiskivinnunnar.

Við virðing,
Karl H. Johansen
Borgarstjóri í Klaksvík

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira