39

Bæði Runavíkar kommuna og Sunda kommuna føra ein virknan og savnandi vinnupolitikk við at bjóða lokalu vinnuni til vinnukaffi
Hetta skrivar Runavíkar kommuna. Kommunan bjóðar til vinnukaffi mikudagin 27. mai klokkan 8:30.
Tiltakið verður í Gulu smiðju, og varar í okkurt um ein tíma.
Skráin:
- Vælkomin
- Vinnu- og havnanevndirnar kunna um arbeiði á vinnu- og havnaøkinum.
- Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, greiðir frá um virksemi í sambandi við nýggju orkugoymsluna í Søldarfirði.
Endamálið við fundinum er at styrkja um samskifti og samstarvið við vinnuna í kommununi.
Tilmelding er ikki neyðug.

Myndir: 24fo.news
