torsdag, juni 11, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%. Hetta skriva Havstovan

Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%. Hetta skriva Havstovan

0 comments

Tað vístu felags ekkókanningarnar av svartkjafti, gjørdar í írskum, bretskum og føroyskum sjógvi í tíðarskeiðinum 20. mars til 8. apríl í ár.

Vísitalið fyri svartkjaft síðani kanningarnar byrjaðu í 2004.

Svartkjafturin stóð heldur norðarlaga í kanningarøkinum í ár í mun til í fjør og serliga fyrraárið.

Nógv var at síggja út frá skotsku hellingini og norður móti Wyville Thomsonrygginum, og heldur minni suðuri á Porcupine Bankanum. Talan var serliga um 2021-2023 árgangirnar (3-5 ára gamal fiskur), og meginparturin av hesum fiskinum hevði gýtt.

Longur norðuri, í føroyskum øki, var svartkjafturin heldur smærri. Har var fitt av 1 og 2 ára gomlum svartkjafti uppi í veiðuni. Hetta eru 2024 og 2025 árgangirnir, sum vónandi fara at koma fyri seg komandi árini.

Útbreiðslan av svartkjafti víst við ekkóvirðunum/ekkóskriftini.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Niðurlondum og Spania.

Les felags frágreiðingina her.

Les eisini túrfrágreiðingina hjá Jákup Sverra her.

Kelda:hav.fo 20. mai 2026mynd-Havstovan

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira