tirsdag, juni 23, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Costas Kadis, ES-fiskivinnukommisserur, vitjað Jákup Sverra

Costas Kadis, ES-fiskivinnukommisserur, vitjað Jákup Sverra

0 comments

Í gjár vitjaði fiskivinnukommisserurin Costas Kadis umborð á Jákup Sverra. Fiskivinnukommisserurin er útbúgvin lívfrøðingur og hevur eina PhD innan lívfrøðiligt margfeldi.

Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, Leon Smith, deildarleiðari, Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur, og Erling í Liða, fyrisitingarleiðari og reiðari á Jákup Sverra, tóku ímóti ES umboðunum og umboðum frá Uttanríkis- og fiskimálaráðnum.

Fiskivinnukommisserurin slapp at hyggja seg um umborð á Jákup Sverra og síðani var framløga, har greitt varð frá arbeiðinum á Havstovuni og umborð á Jákup Sverra.

Kelda & myndir: hav.fo -27. mai 2026

Mynd: 24.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira