Nú byrjar afturvendandi ferðavinnuátakið “Closed for Maintenance”. Sjálvboðin úr øllum heiminum eru komin til Føroyar og fara komandi tríggjar dagarnar at umvæla gøtur og søgulig týdningarmikil støð Føroyum. Hetta verður gjørt saman við føroyskum sjálvbodnum og avvarðandi myndugleikum.
Níggju verkætlanir eru í ár við í átakinum kring landið og tríggjar teirra eru í Tórshavnar kommunu. í Koltri fara fólk frá Tjóðsavninum saman við sjálvbodnum at endurskapa søguliga Eiðisdammin og at umvæla gøtur.
Í Nólsoy verður hildið fram við at bøta um vælvitjaðu gøtuna út á Borðuna. Millum annað er tørvur á at drena lendið og at merkja gøtuna.
Triðja verkætlanin er á gøtuni millum Tórshavn og Kirkjubø, ið er mest vitjaða bygdagøta í Føroyum. Visit Tórshavn samskipar arbeiðið har saman við bæði útlendingum og føroyingum. Saman við royndum arbeiðsfólki verður bøtt um gøtuna og miðjað eftir at varðveita søguliga leiðina í upprunadámi.
Elsa Berg, borgarstjóri, heilsaði í morgun upp á toymið, sum fer at umvæla leiðina til Kirkjubøar.

Kelda & myndir: torshavn.fo 1-5-2025