onsdag, januar 14, 2026
Home Fólk og Samfelag Danski skattamálaráðharrin vitjar Fíggjarmálaráðið

Danski skattamálaráðharrin vitjar Fíggjarmálaráðið

0 comments

Rasmus Stoklund, skattamálaráðharri í Danmark, kom 1 mai til Føroya á vitjan.  

 Seinnapartin hittust hann og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, á fundi í Tinganesi. Har fekk danski skattamálaráðharrin kunning um føroyska búskapin, vinnulívið og tørvin á nýskipanum at tryggja fíggjarpolitiska haldførið.  

Millum evnini á fundinum var eisini tollsamstarv í ríkisfelagsskapinum. Eisini umrøddu partarnir luttøkuna hjá Føroyum í Global Forum og BEPS, ið eru altjóða samstørv undir OECD, sum m.a. arbeiða við at basa skattaundandrátti og skattaskjólum. 

Fyrrapartin í morgin vitjar Rasmus Stoklund í Løgtinginum, og síðani hittir hann Michael Boolsen, fúta. Harumframt verður vitjað hjá tolleftirlitinum í Vága Floghavn. 

Skattamálaráðharrin fer aftur til Danmarkar seinnapartin í dag. 

Kelda & mynd: fmr.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira