KVF spyr í tíðindansending í dag hvat Siri Stenberg fer at gera nú Liljan Weihe ikke fer at atkvøða fyri Suðuroyartunnilinum. Undirforstaðið at hon má revsast politiskt ella hvat?
Sterka kvinnan í Tjóveldi, sum flokkurin ikki sær út til at tosa so nógv við, og kemur hetta sjónliga fram tá ein er í tingsalinum og egleiðir tingmanningina.
Spurningurin vit kunnu seta okkum, er tað veruliga komið so lángt at ein løgtingslimur ikki kann atkvøða eftir bestu sannføring og serliga í hesum føri um eina risa íløgu í okkara samfelag og kanska samanborið við umheimin rokna í btú sum heimsins stórsta íløga.
Liljan Weihe skrivar sjálv: ”Málið er ikki búgvið til støðutakan. Tað eru alt ov nógvir ókendir faktorar.”

Eg eri stórliga bangin fyri, at ævintýrið um Suðuroyartunnilin endar sum ein marrudreymur, um vit ikki steðga á, anda djúpt og taka eina væl grundaða avgerð, sum er gjøgnumskygd og skynsom – í dag og fyri ættarliðini sum koma.
”Um vit skulu gera hesa risa íløgu – ta størstu og dýrastu í Føroya søgu – í ein undirsjóvartunnil til Suðuroynna, so hava vit skyldu til at velja bestu farleiðina.”
Liljan Weihe skrivar á sínum FB vanga:
4 minuttir í midnátt bleiv álitið um Suðuroyartunnilin lagt fram. Fíggjarnevndin hevur gjørt nógvar broytingar, sum vit vanlig tingfólk ikki hava fingið innlit í fyrr enn beint nú.
28 apríl skrivar løgtingskvinnan Liljan Weihehona á FB:
Eg eri stórliga bangin fyri, at ævintýrið um Suðuroyartunnilin endar sum ein marrudreymur, um vit ikki steðga á, anda djúpt og taka eina væl grundaða avgerð, sum er gjøgnumskygd og skynsom – í dag og fyri ættarliðini sum koma. Bæði tá ið tað kemur til linjuføring, og hvørt vit yvirhøvur hava ráð til at gera eina so stóra íløgu – og ikki minst, hvørji frávalini vera, um vit fara undir ein suðuroyartunnil.
Málið er ikki búgvið til støðutakan. Tað eru alt ov nógvir ókendir faktorar. Men beint nú kennist tað sum at verða sett skák og mát.
“POLITISKA VINDEYGAД
Um vit skulu gera hesa risa íløgu – ta størstu og dýrastu í Føroya søgu – í ein undirsjóvartunnil til Suðuroynna, so hava vit skyldu til at velja bestu farleiðina. Farleiðin skal vera tann besta um 10 ár, 20 ár og 50 ár. Ikki bara tann besta her og nú fyri at fáa eina politiska semju ígjøgnum, tí “nú er politiska vindeygað opið”
Spurningurin til løgtingskvinnuna skuldi heldur verið – atkvøður tú møguliga fyri tunnilsloysnini, tá málið er betur lýst og klárt til støðutakan.
Greinin verður dagførd…
Suðuroyartunnilin var 1 mai samtyktur við stórum meiriluta og Nú má okkurt heilt óvæntað henda, skal Suðuroyartunnilin ikki verða samtyktur við 3. viðgerð.
