onsdag, januar 14, 2026
Home Fólk og Samfelag Vilja tingfólk rinda millum 20 til 30 milliónir um mánaðan í 30 ár til undirsjóðartunnil?

Vilja tingfólk rinda millum 20 til 30 milliónir um mánaðan í 30 ár til undirsjóðartunnil?

0 comments

Liljan Weihe skrivar á sínum FB vanga í gjár:

4 minuttir í midnátt bleiv álitið um Suðuroyartunnilin lagt fram. Fíggjarnevndin hevur gjørt nógvar broytingar, sum vit vanlig tingfólk ikki hava fingið innlit í fyrr enn beint nú.

Men lukkutíð fáa vit heilar 34 tímar at seta okkum inn í broytingarnar, áðrenn atkvøðast skal um Føroya størstu og dýrastu verkætlan…

28 apríl skrivar løgtingskvinnan Liljan Weihehona á FB:

Eg eri stórliga bangin fyri, at ævintýrið um Suðuroyartunnilin endar sum ein marrudreymur, um vit ikki steðga á, anda djúpt og taka eina væl grundaða avgerð, sum er gjøgnumskygd og skynsom – í dag og fyri ættarliðini sum koma. Bæði tá ið tað kemur til linjuføring, og hvørt vit yvirhøvur hava ráð til at gera eina so stóra íløgu – og ikki minst, hvørji frávalini vera, um vit fara undir ein suðuroyartunnil.

Málið er ikki búgvið til støðutakan. Tað eru alt ov nógvir ókendir faktorar. Men beint nú kennist tað sum at verða sett skák og mát.

“POLITISKA VINDEYGAД

Um vit skulu gera hesa risa íløgu – ta størstu og dýrastu í Føroya søgu – í ein undirsjóvartunnil til Suðuroynna, so hava vit skyldu til at velja bestu farleiðina. Farleiðin skal vera tann besta um 10 ár, 20 ár og 50 ár. Ikki bara tann besta her og nú fyri at fáa eina politiska semju ígjøgnum, tí “nú er politiska vindeygað opið”, sum meira garvaðir politikkarar enn eg, taka til.

Orsakað av hesum “politiska vindeyganum”, sum nú er á gloppi, liggur eitt uppskot í Løgtinginum, sum fer at læsa okkum fast á eina farleið, sum helst ikki er tann besta.

Landsbankin skrivar í dag: Strategisk misrepresenatión

Strategisk misrepræsentation er, tá ið fólk ella feløg tilvitað og systematiskt skeikla ella misbrúka upplýsingar til frama fyri einum ávísum endamáli. Tað kann til dømis fevna um at undirmeta kostnaðir og yvirmeta ágóðar fyri at fáa eina verkætlan góðkenda. Í hesum føri pellar man tilvitað fyri at fáa verkætlanina samtykta.

Landsbankin – Optimistiskir skeivleikar

Bjartskygdir skeivleikar er, tá ið fólk hava lyndi til at vera ov bjartskygd um framtíðarútlit. Hetta merkir, at tey ofta meta, at verkætlanir fara at ganga skjótari og kosta minni, enn veruleikin vísir. Hetta er menniskjaligt. Men avleiðingin av hesum er, at ætlanirnar fyri verkætlanina, bæði fyri kostnað og tíð, verða órealistiskar. Ein kann eisini vera ov bjartskygdur um fyrireikingarnar; tað vil siga, at man metir seg vera væl fyrireikaðan, hóast man ikki er tað.

Í samrøðu við KVF 4 apríl sigur Malan Johansen at Landsbankin væntar, at suðuroyatunnilin fer at kosta fimm milliardir kr., tá rentur verða taldar við, víðari segði hon at um vit gera ein Suðoyratunnil nú so fær tað avleiðingar fyri skattatrýst og vælferð.
Vit hava haldføristrupulleikar som støðan er nú og tí er ikki møguligt at gera tunnilin nú, sambært samrøðuni sum KVF hevði við Malan Johansen Landsbankastjóra.

Her eru nøkur dømir sum eg havi gjørt um kostna og afturrindan.

24FO.NEWS útrókningar:

Um tunnilin kostar 4,5 milliardir krónur og árliga rentan er 3,5% so skulu vit í 30 ár rinda 20 milliónir krónir um mánaðin og svarar tað til góðar 288 milliónir um árið. 

Um tunnilin kostar 5,5 milliardir krónur og árliga rentan er 3,5% so skulu vit í 30 ár rinda umleið 24 milliónir krónir um mánaðin og svarar tað til góðar 372 milliónir um árið. 

Um tunnilin kostar 7 milliardir krónur og árliga rentan er 3,5% so skulu vit í 30 ár rinda góðar 31 milliónir krónir um mánaðin og svarar tað til góðar 372 milliónir um árið. 

Dennis Holm skrivar á FB í gjár 29 apríl 2025 soleiðis

PROJEKTERINGIN AV SUÐUROYARTUNLINUM TIL 2 VIÐGERÐ

Fíggjarnevndin legði í gjárkvøldið fram álit um lógaruppskotið, sum gevur heimild til at fara undir projektering og bjóða út Suðuroyartunnilin. Og málið verður viðgjørt við 2. viðgerð í Løgtinginum ónsdagin 30. apríl.

Suðuroyartunnilin er ein stór verkætlan. Tvey ár eru brúkt uppá fyrireikingar-arbeiðið og nú verður so næsta stig tikið, áðrenn løgtingið aftur skal taka støðu til, um farast skal undir at gera sjálvan Suðuroyartunnilin. Tað verður væntandi eina ferð seint komandi summar, tá tilboðini uppá at gera Suðuroyartunnilin eru almenn.

Politiskt er tað breið semja í Løgtinginum um at Føroyar skulu bindast saman, soleiðis at vit kunna búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir javnbjóðis treytum. Hetta hevur verið grundarlagið undir øllum útbyggingum av infrakervinum í Føroyum í út við eina øld ella so. Hendan felags politiska linjan hevur eisini ført við sær, at Føroya Løgting ár um ár hevur samtykt at brúka nógvar pengar uppá at gera vegir, havnir, tunlar, brýr, byrgingar og undirsjóvartunlar.

Raðfesta politiskt Suðuroyartunnilin

Tað er eisini eitt tilvitað politiskt val at seta 1,35 milliardir í P/F Suðuroyartunnilin yvir 10 ár í staðin fyri at byggja nýggjan Smyril. Eins og tað hevur verið eitt tilvitað val at brúka uml. 750-800 mió. kr. uppá partapening, ferðsluveðhald og stuðul til P/F Eystur- og Sandoyartunlar og innkomuvegir í Havn og í Runavík seinastu 10-11 árini.

Tað var eisini eitt tilvitað val og ein politisk raðfesting at fara undir at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla í Klaksvík, at útbyggja Vága Floghavn, at gera Dalstunnilin, at byggja Glasir og H-bygningin, at byggja Sjóvinnustýrið vestur í Vágum, at gera nýggjan Hvalbiartunnil og so framvegis.

Tað er jú tað politikkur snýr seg um, at raðfesta íløgur kring landið.

Grundarlagið fyri íløgunum er ikki ein kost-nyttu greining, men eitt greitt og breitt politiskt ynski um at útbyggja landið úr Sumba til Hattarvíkar og vestur í Mykines – og alt har ímillum.

Politiskt er breið semja um at raðfesta Suðuroyartunnilin, nú uppskotið um projektering og útboð av Suðuroyartunlinum ferð til 2. viðgerð í Løgtinginum.

Lántøka til Suðuroyartunnilin og sparingar á siglandi Suðuroyarleiðini

Tá farið verður undir Suðuroyartunnilin, verður tikið lán, eins og tað varð gjørt við Eystur- og Sandoyartunlar.

Lánsgjaldið og raksturin av Suðuroyartunlinum verður mettur at verða umleið 115 mió. kr. um árið. Hetta er ein meting, sum er grundað á, at Suðuroyartunnilin við avleiddum verkætlanum fer at kosta umleið 4,2 milliardir kr.

Siglandi farleiðin um Suðuroyarfjørð fer á fíggjarlógini komandi 30 árini at kosta í miðal 146 mió. kr. um árið til rakstur, viðlíkahald, dokkingar og nýggj skip.

Tá Suðuroyartunnilin er liðugur og siglandi farleiðin til Suðuroyar niðurløgd, so verða spardar umleið 30 mió. kr. í rakstrinum á fíggjarlógini av siglandi farleiðini hvørt ár í 30 ár.

30 ár eftir at Suðuroyartunnilin er liðugur eru lánini útgoldin, og tá verða allar útreiðslurnar, sum í dag fara til eina siglandi Suðuroyarleið, spardar fíggjarlógini, tað eru umleið 146 mió. kr. í miðal um árið.

Íløgan í Suðuroyartunnilin er sostatt ein íløga, sum við tíðini førir við sær eina sparing á fíggjarlógini í mun til raksturin av verandi siglandi farleið.

Suðuroyarleiðin krevur stórar íløgur so ella so

Summi meina, at vit hava ikki ráð at brúka 1 milliard kr. á fíggjarlógini komandi 10 árini (350 mió. kr. koma frá Íleggingargrunninum) uppá Suðuroyartunnilin. Hetta hevur m.a. stjórin í Landsbankanum og Búskaparráðið víst á.

Eitt er heilt greitt. Verður hildið fast í siglandi Suðuroyarleiðini, so fer hon á íløgu-síðuni at kosta Landskassanum umleið 1 milliard kr. innan 7-8 ár, tí tað tá er alneyðugt at ein nýggjur Smyril verður bygdur.

Altso tað slepst ikki undan at brúka 1 milliard kr. uppá Suðuroyarleiðina komandi 10 árini.

Verður hildið fast í siglandi farleiðini og ein nýggjur Smyril verður bygdur, so fer Suðuroyarleiðin frameftir eisini at kosta í rakstri, viðlíkahaldi og dokkingum, umframt at ein nýggjur Smyril skal byggjast aftur um 25 ár.

Samanumtikið skal Landskassin so ella so brúka heilt nógvar pengar uppá Suðuroyarleiðina komandi árini. Alternativið er at niðurleggja Suðuroynna og flyta øll fólk í Suðuroynni til Havnar ella av landinum.

2. viðgerð ónsdagin

Løgtingið fer ónsdagin at viðgera uppskotið um at projektera og bjóða út Suðuroyartunnilin. Viðgerðin fevnir ikki um lántøku til Suðuroyartunnilin ella um at tað verður farið undir at bora Suðuroyartunnilin í næstu viku.

Dennis Holm

løgtingslimur fyri Tjóðveldi

Mynd:fisk.fo

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira