Nú hevur verið tosa um at politikarar ikki altíð vilja tosa við miðlarnar tá tey ringja, men fegin vilja hava teirra boðskap út, tá tey hava okkurt positivt uppá hjarta.
Í dag var í Løgtinginum viðgerð av einum lógaruppskotið um oljuvinnu, og vóru tað politikarar ið tosaðu um at tað var løgið at fjølmiðlar ikki tikið hetta upp, somuleiðis sum ført var fram at tað var løgið at KFV ikki vísti hesum ans. Hetta kann verða púra rætt, tí um vit finna olju og gass í undirgrundini so er hetta eitt stórmál, og skuldi eg sum vinnu miðil eisini tikið hetta upp nú. Men orkan er ikki til tað júst nú.
Men aftur til politikararnir og miðlarnar, her hevur tað týdning at báðir partar hava virðing hvør fyri øðrum, og sum fyrrverandi løgmaður Jóannes Eidesgaard segði í D&V nú eitt kvøldi so skuldi KVF verið flaggskipið í okkara lítla miðla heimið.

Men eitt krav til pressuna má eisini verða, at tey fólk sum skulu gera samrøðu vit landsstýrisfólk hava vitan um tað evnið málsøkið tey spyrja um. Somuleiðis tá fjølmiðlafólk gera samrøðu við ein borgarstjóra um fíggjarætlanir, rakstur og samgongu ella nevndararbeiði og mannagongdir hjá einari kommunu, at hesi fólk hjá eitt nú KVF kenna til kommunu viðurskiftir og býráðsarbeiði v.m. Tað er eingin náttúrulóg at ein politikari skal svara sama dag ella kvøld sum ein tilvildarligur journalistur ringir um ávíst evnið.
Hava politikarar virðing fyri pressuni, eg veit tað ikki, í løgtinginum er eitt glasbúður sum miðlafólk kunnu fáa ein kopp av kaffi í. Hurðin inn til matstovuna hjá løgtinginum er stongd. Miðlafólk sleppa ikki at samráðast um egin lønarviðurskifti í egnum fakfelag.
Politikarar hava sett eina politiska nevnd sum skal velja út hvør miðil fær miðlastuðul eftir at miðilin hevur sent umsókn um, hvat tey vilja skriva um, hvørji evnir ella verkætlanir kalla tey tað vist. Ikki er neyðugt at útgreina hetta her, hetta minnir um bananrepublikkir. Um miðlastuðilin skuldi verið á hædd við Danmark so er talan um góðar 4 milliónir krónir.
Kundi verið áhugavert um miðlafólk við pressukortið í Íslandi og Danmark og øðrum norðurlondum ikki kunnu fara inn í matstovurnar í parlamentinum og fáa sær ein bita tá tey eru til arbeiðis har. Tá man í einum fólkaræði læsir seg inn í matstovuna í einum parlamenti og knallar hurðina í gronina á tí triðju statsmaktini, so sigur tað seg sjálvt, hvussu miðlarnar hava tað í hesum landi. Men tað skal sigast at eg sjálvur var boðin inn um av einum politikara til kaffi innan glasrútin.
Kanska løgtingsforkvinnan fer at lata dyrnar upp fyri pressuni og skapa betri arbeiðsumstøður hjá miðlunum.

