mandag, oktober 5, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2027

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2027

0 comments

Mest loyvda veiða í 2027 hækkar fyri allar tríggjar stovnarnar. Hetta skrivar Havstovan

Makrelur

Tilmælið fyri makrel er 352.938 tons fyri 2027, sum er ein hækking á heili 102% í mun til í ár.

Stóra økingin í tilmælinum kemst av at gýtingarstovnurin nú aftur er komin upp um Blim markvirðið. Sostatt eru ógvusligu átøkini, sum í fjør vóru sett í verk fyri at verja stovnin, ikki longur neyðug.

Tilmæli 2027, makrelurTilmæli 2027, makrelur

Svartkjaftur

Tilmælið fyri svartkjaft er 1,064 mió. tons fyri 2027, sum er ein hækking á 25% í mun til 2026.

Hækkingin kemst av góðari tilgongd frá 2024-árganginum, sum nú er vorðin partur av gýtingarstovninum.

Tilmæli 2027, svartkjafturTilmæli 2027, svartkjaftur

Norðhavssild

Tilmælið fyri norðhavssild er 588 túsund tons fyri 2027, sum er ein hækking á 10% í mun til í ár.

Tilmæli 2027, norðhavssildTilmæli 2027, norðhavssild

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2026-2027 og broytingarnar millum hesi bæði árini.

Tilmælið
2027
Tilmælið
2026
Broyting
frá 2026
til 2027
Makrelur352.938174.357102 %
Svartkjaftur1.064.191851.34425 %
Norðhavssild588.004533.91410 %

MakrelurNorðhavssildSvartkjaftur

Hvussu verða tilmælini gjørd?

Tilmælini fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft eru bygd á stovnsmetingina fyri 2026. Stovnsmetingin varð roknað á altjóða fundi í Keypmannahavn 26. august – 1. september, 2026.

Øll stovnsmetingarfrágreiðingin liggur á heimasíðuni hjá ICES, men kapitlarnir um ávikavist svartkjaft, norðhavssild og makrel, saman við innleiðingini í frágreiðingini, kunnu eisini lesast við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri.

Ch. 1. IntroductionCh. 2. Blue whitingCh. 4. Norwegian spring-spawning herringCh. 8. Mackerel

Til stovnsmetingina av makreli, norðhavssild og svartkjafti verða m.a. úrslitini frá altjóða svartkjafta-, silda- og makrelkanningunum, sum Jákup Sverri luttekur í, hvørt ár í ávikavist mars, maj og juli, brúktar.

Altjóða frágreiðingin frá svartkjaftakanningunum í 2026 (IBWSS report)Altjóða frágreiðingin frá sildakanningunum í 2026 (IESNS report)Altjóða frágreiðingin frá makrelkanningum í 2026 (IESSNS report)

Jan Arge Jacobsen

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira