Eldraøkið liggur hjá kommunum, og tað verða munandi fleiri eldri næstu nógvu árini. Kommunurnar eru 29 í tali og sera ymiskar, bæði í aldursamanseting av íbúgvunum og inntøkugrundarlagnum.
Kommunurnar hava gjørt nógvar íløgur seinastu árini sambært talvu 1, men sambært kommunufelagnum er lítið gjørt á eldraøkinum. Íløgur í eldraøkið skulu tryggja, at raksturin verður so effektivur sum møguligt hjá kommunum, tí eldrarøktin fer at økjast nógv komandi árini. Tað er tó líkt til, at tær flestu kommunurnar enn ikki hava lagt nakrar langtíðarætlanir fyri eldraøkið, hóast tað er alneyðugt.
Avbjóðingin er stór, og tað hevði verið skilagott, um politisku myndugleikarnir endurskoðaðu skipanina av hesum økinum, tí ivasamt er, um allar kommunurnar makta hesa avbjóðing. Neyðugt er undir øllum umstøðum at endurskoða fíggingina av eldraøkinum.
Talva 1 Úrslit hjá kommunum
Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.
Kelda: Landsbanki Føroya