Home Fólk og Samfelag Undirskrivað sáttmála um høvuðsumvæling av køkinum á Lágargarði

Undirskrivað sáttmála um høvuðsumvæling av køkinum á Lágargarði

by Lagt út ÓML

Á býráðsfundi tann 24. oktober var einmælt samtykt at geva umsitingini heimild at gera sáttmálar við ÁTS, Frost og Leif Mohr, eftir at tilboðið hevði verið boðið út í trimum pørtum.

Røktarheimið Lágargarður lat upp í 1987, og er tørvur nú á at høvuðsumvæla køkin. Umframt mat til heimið, ger køkurin dagliga mat til Tjarnargarð, virkisstovuna og umleið 110 heimabúgvandi pensjónistar.

Hósdagin 7. november varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður við ÁTS um høvuðsarbeiðstøku viðvíkjandi uppbyggjan og innrættan av køkinum á Lágargarði. Við Leif Mohr var sáttmáli undirskrivaður um at veita og seta upp innbúgv til køkin.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More