Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag tilmælini fyri fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki í 2027. Tilmælini byggja á nýggjastu stovnsmetingarnar og kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES, ella við at trýsta á leinkini niðanfyri.
Toskur á Landgrunninum
ICES mælir til, at í mesta lagi 552 tons av toski verða fiskað á Landgrunninum í 2027.
Gýtingarstovnurin er nú sera nær minsta markinum (Blim). Mett verður, at hann fer niður um hetta markið í 2027. Høgt veiðitrýst og minkandi tilgongd verða mett at vera høvuðsorsøkirnar til, at toskastovnurin er minkaður. Tað eru møguleikar fyri, at gýtingarstovnurin fer upp um markið í 2028.
Tilmæli 2027, toskur á LGTilmæli 2027, toskur á LG
Toskur á Føroyabanka
ICES mælir til, at í mesta lagi 403 tons av toski verða fiskað á Føroyabanka í 2027. Tilmælið er tað sama sum í 2026, tí ICES gevur tilmæli fyri tvey ár í senn fyri henda stovnin.
Tilmæli 2027, toskur á FBTilmæli 2027, toskur á FB
Hýsa
ICES mælir til, at í mesta lagi 23.894 tons av hýsu verða fiskað í føroyskum sjóøki í 2027. Tað er 22% hægri enn tilmælið fyri 2026.
Veiðitrýstið á hýsu hevur verið lágt seinastu árini, og tilgongdin hevur verið góð og gýtingarstovnurin er væl oman fyri øll markvirðini.
Tilmæli 2027, hýsaTilmæli 2027, hýsa
Upsi
ICES mælir til, at í mesta lagi 26.374 tons av upsa verða fiskað í føroyskum sjóøki í 2027. Tað er 10% hægri enn tilmælið fyri 2026.
Tilgongdin til upsastovnin hevur verið oman fyri miðal seinastu árini, og gýtingarstovnurin er oman fyri øll vandamørkini.
Tilmæli 2027, upsiTilmæli 2027, upsi
ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu (í tonsum) fyri tosk á Landgrunninum, tosk á Føroyabanka, hýsu og upsa, og broytingarnar frá 2026 til 2027.
| Tilmælið 2026 | Tilmælið 2027 | Broyting frá 2026 til 2027 | |
|---|---|---|---|
| Toskur á LG | 6.075 | 552 | -91 % |
| Toskur á FB | 403 | 403 | 0 % |
| Hýsa | 19.653 | 23.894 | +22 % |
| Upsi | 24.032 | 26.374 | +10 % |

Toskur á Landgrunninum
Toskur á Føroyabanka
Hýsa
Upsi
