BAKKAFROST KEYPIR 68,6% Í THE SCOTTISH SALMON COMPANY

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 år ago
Updated 2022/07/24 at 9:52 PM
Savnsmynd frá Bakkafrost

written by OML 25. september 2019

SSC er næststørsta alifelagið í Skotlandi við eini árligari tøku á umleið 30.000 tons av laksi. Felagið er skrásett á børsinum í Oslo. Ætlanin hjá Bakkafrost er at bjóða hinum partaeigarunum sama tilboð. Keypsprísurin fyri hvørt  partabræv er áljóðandi NOK 28,25. Samlaða virðið á SSC er 4.351,9 mió.

Keypið verður fíggjað við nýggjum partabrøvum og reiðum peningi.

The Scottish Salmon Company er eitt leiðandi alifelag við høvuðssæti í Edinburgh, Skotlandi. Aliøkini eru á vesturstrondini á Skotlandi og Hebridunum. SSC er kent fyri sína høgu góðsku og sínar merkivørur.

Um handilin sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, at vit á Bakkafrost eru sera spent at samstarva við SSC. Hetta er eitt spennandi strategiskt keyp, bæði fyri Bakkafrost og SSC, har vit fara at leggja dentin á at taka tað besta úr báðum feløgunum og sameina hesi.

OML

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *