29
Ein 25 ára gamal maður bleiv í Føroya Rætti í gjár dømdur 1 ár og 8 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava neyðtikið tvær gentur.
Maðurin var ákærdur fyri at hava skaffað sær samlegu við genturnar við at nýta harðskap.
Neyðtøkurnar vóru framdar í 2018 og 2019. Í báðum førum vóru neyðtøkurnar meldaðar til politiið, tá ið ein tíð var fráliðin, síðan brotið var framt. Ákæra varð reist eftir neyðtøkuásetingini, sum var galdandi, tá brotini fóru framd. Revsingin er av tí sama ásett eftir áður galdandi neyðtøkuáseting og ikki sambært nýggju neyðtøkuásetingini um samtykki, sum kom í gildi 1. juni í ár, og sum m.a. herðir revsingina fyri neyðtøku.
Maðurin kærdi dómin.