35
Hetta hevur verið ein spennandi og intensur valdystur og niðurstøðan er sera greið. Tað er í dag ein greiður borgarligur meiriluti uppá 18 tingfólk. Somuleiðis vísir vali, at tað eisini er møguligt við eini loysingarsamgongu í telur 17 tingfólk.
Møguligt við samgongu millum vinstraflokkarnar og borgarliga flokkin Framsókn
Ein møguleiki er eisini ein breið samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Hesir flokkar siga í kvøld í KVF at tey hava arbeitt val saman og tí kundi hetta veri upplagt. Forkvinnan í Framsókn sigur, at hon er opin fyri øllum møguleikum.
Komandi dagarnir fara at vísa hvussu tað fer at ganga við samráðingunum.
Samríkjasamgonga við stuðilsflokki ella við í samgonguni
Ein møguleiki er ein samríkjasamgonga við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum við Miðflokkinum ella Framsókn sum grundarlag undir hesi samríkjasamgongu.