Bussleiðin hevur keypt 15 dieselriknar bussar av slagnum Iveco. Teir fara undir royndarkoyring nú millum jól og nýggjár. Førararnir skulu venja seg við bussarnar, sum eru 1,3 metrar longri enn verandi bussar.
Í nýggju bussunum er væl betri pláss til barnavognar og rullistólar, og teir taka fleiri ferðandi. Teir fara at hava sama reyða lit sum verandi bussar.
Hesir bussarnir eru dieselriknir. Í mai koma tveir bussar afturat, og teir verða elriknir. Elbussarnir skulu koyra á leið 4, har tað ikki eru so tungar brekkur.
Avtalan milllum HZ-Bussar og kommununa er tann, at fyrstu elbussarnir skulu gera royndir eina tíð – og roynast teir væl, so kunnu dieselbussarnir verða skiftir út ein og ein við elbussar næstu árini.
Nýggju býarbussarnir byrja at koyra triðja jólamorgun, týsdagin 27. desember.
Kelda & mynd: torshavn.fo