Home Innlendis tíðindir Føroya Lærarafelag lýsir samhugaverkfall frá fríggjadegnum 3. november 2023 kl. 7.00

Føroya Lærarafelag lýsir samhugaverkfall frá fríggjadegnum 3. november 2023 kl. 7.00

by Lagt út ÓML

Føroya Lærarafelag lýsir samhugaverkfall frá fríggjadegnum 3. november 2023 kl. 7.00 til fríggjadagin 3. november 2023 kl. 17.00.

Fráboðan um samhugaverkfall

Nú Løgtingið ger seg inn á verkfalsrættin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrartøktarfrøðingar, verður við hesum boðað frá, at sáttmálasettu limir Føroya Lærarafelags fara í samhugaverkfall frá fríggjadegnum 3. november 2023 kl. 7.00 til fríggjadagin 3. november 2023 kl. 17.00.

Verkfallið er galdandi fyri limir, sum starvast í fólkaskúlanum.

Verkfallið umfatar ikki tænastumenn, skúlastjórar, varaskúlastjórar, fyrstilærarar, lærarar í forskúlum og lærarar í serflokkum.

Vinaliga

v/ Føroya Lærarafelag

Jacob Eli S. Olsen, formaður

Kelda:lararafelag.fo

You may also like