Home Tænastuvinna Betri Banki hevur havt Fíggjareftirlitið á vitjan og skrivar soleiðis á heimasíðuni: Kunning ísv. regluliga vitjan av Fíggjareftirlitinum

Betri Banki hevur havt Fíggjareftirlitið á vitjan og skrivar soleiðis á heimasíðuni: Kunning ísv. regluliga vitjan av Fíggjareftirlitinum

0 comments

Fíggjareftirlitið var á regluligari eftirlitsvitjan í bankanum í mai mánað. Eftirlitið fevndi hesa ferð um hvítvaskøkið. Økini, sum vórðu gjøgnumgingin vóru m.a. bankans kundakunnleiki, eftiransing, kanning, skráseting og fráboðan umframt innanhýsis eftirlit, sum bankin hevur til tess at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.

Bankin hevur fingið eini boð at loysa. Hetta skrivar bankin á teirra heimasíðu. Frágreiðingin kann lesast her niðast á síðuni.

Bankin tekur frágreiðingina frá Fíggjareftirlitinum til eftirtektar og er farin undir at loysa boðið.

Frágreiðingin kann lesast á heimasíðuni hjá Fíggjareftirlitinum og hjá Betri Banka her.

Kelda: Betri Banki 2-12-2024

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More