tirsdag, november 11, 2025
Home Politikkur Órímiligt at enn einaferð leggja efitr fólki, sum arbeiða uttanlands

Órímiligt at enn einaferð leggja efitr fólki, sum arbeiða uttanlands

0 comments

Landsstýrið hevur givið sær sjálvum rættiligar høgar lønarhækkingar. Tí kann tað tykjast høpisleyst og órímigt at leggja eftir fólki, sum arbeiða uttanlands. Fólk, sum frammaundan er farin langt niður í løn orsakað av lága gjaldoyrakursinum, og sum nú fyri aðru ferð fáa eina stóra skattarokning. (grein frá 11-09-2024)

Í morgin klokkan 11:00 svarar Ruth Vang, landsstýriskvinna, fyrispurninginum hjá Jørgeni Niclasen, sum snýr seg um skattahækking á fólk, sum arbeiða uttanlands.

Jørgen vísir á, at inntøkan, sum kemur uttanifrá og inn í føroyska búskapin kann samanberast við útflutning.

Tó er ein munur, og hann er, at vit hava útreiðslu av framleiðsluni v.v. útfluttum vørum – meðan ONGAR útreiðslur eru av uttanlandsinntøkunum.

Enn einaferð fáa okkara siglandi eina skattarokning

Undan jólum í fjør valdi samgongan at hækka skattin hjá okkara siglandi – serliga høg hækking á tey, sum sigla við norskum skipum.

Nú er enn ein ovurhondsstór skattahækking løgd á hesi somu siglandi fólkini, og eisini er stór skattahækking løgd á fólk sum arbeiða á landi. Aftur her rakar tað harðast hjá føroyingum, sum arbeiða í Norra.

Dýrtíðin hevur rættiliga gjørt um seg seinnu árini. Landsstýrið hevur givið rættiliga høgar lønarhækkingar í krónum – serliga til sín sjálvs.

Tí kann tað tykjast høpisleyst og órímiligt at leggja eftir fólki, sum arbeiða uttanlands. Hesi eru frammanundan farin langt niður í løn orsakað av lága norska gjaldoyrakursinum, og nú fyri aðru ferð í minni enn eitt ár fáa tey eina stóra skattarokning.

Tí verða hesir spurningar settir:

  • Heldur landsstýriskvinnan tað vera gott fyri búskapin, at vit hava føroyingar, sum arbeiða uttanlands?
  • Heldur landsstýriskvinnan tað vera rímiligt at senda stórar skattarokningar til fólk, sum arbeiða uttanlands, fólk sum frammanundan eru farin langt niður í løn?
  • Er samgongan samd um hesi skattaátøk?
  • Hví velur landsstýrið at hækka skattin í kunngerð um broyttan linkingarhátt, tvs. uttanum Løgtingið?
     

Jørgen Niclasen

Tingmaður fyri Fólkaflokkin

Grein & mynd: frá folkaflokkurin.fo Útgivið 11.19.24

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira