mandag, september 28, 2026
Home Fólk og Samfelag MVG-lógin vorðin ein “Prügelknabe” í politisku skipanini

MVG-lógin vorðin ein “Prügelknabe” í politisku skipanini

0 comments

MVG-skipanin er ein av grundsúlunum undir landskassabúskapinum og umboðar meirvirðisgjaldiumleið 30 prosentum av landskassans samlaðu inntøkum. Til samanberingar stendur vanligiinntøkuskatturin fyri umleið 28 prosentum og ríkisveitingin úr Danmark fyri á umleið 9 prosentum.Meirvirðisgjaldið er við til at fíggja sjúkrahús, skúlar, vegir, røktarheim og aðrar almennar tænastur.Tí er tað av stórum týdningi fyri Føroyar sum vælferðarsamfelag, at MVG-skipanin er vælvirkandi, einfald og gjøgnumskygd. Hetta skrivar Tummas Pauli Mýri, búskaparfrøðingur og kassameistari hjá Miðflokkinum

Síðani MVG-lógin varð samtykt í 1992, er hon broytt fleiri tíggjutals ferðir. Ein kann tí siga, at MVG-lógin er vorðin ein „Prügelknabe“ í politisku skipanini – ein lóg, sum ferð eftir ferð er broytt ogtillagað, uttan at skipanin sum heild er vorðin einfaldari – heldur øvugt.MVG-skipanin er vorðin so útholað, at hon líkist mest einum útholaðum sveisiskum osti og krevurtað svart belti í skattarætti og eitt stórt lið av grannskoðarum fyri hegnisliga at navigera runt í MVG-lógini.

MVG-skipanin er vorðin so torgreið at tað eru bara tey stóru vinnurekandi feløgini ið hava starvsfólk og skipanir ið megna at finna og ’útnytta’ tey nógvu holin í lógini, meðan smá vinnurekandi feløg, ið ikki hava somu resursir sita við sviði soð. Eisini er MVG-skipanin vorðin torgreidd hjá Taks at umsita.

Tíðin er búgvin at endurskoða MVG-lógina. Málið eigur at vera ein munandi einfaldari og meira gjøgnumskygd skipan, sum er lættari hjá vinnuni at fyrihalda seg til og lættari hjá Taks at umsita.
Skattakomissión

Miðflokkurin mælir tí til at tað verður sett niður ein skattakomissión, við breiðari politiskari umboðan og umboðan frá vinnuni.
Endamálið við kommissiónini skal vera at gera eitt uppskot til eina nýggja MVG-lóg, sum er radikalt
einfaldari enn galdandi lóg.

Á sama hátt sum Kelduskattaskipanin var eitt samfelagsligt frambrot, tá hon varð innførd í 1984, kann ein nýggj og radikalt einfaldari MVG-lóg verða eitt týðandi stig í menningini av føroyska samfelagnum.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira