Home Fólk og Samfelag Tórshavnar býráð samtykt fíggjarætlanina fyri 2024.

Tórshavnar býráð samtykt fíggjarætlanina fyri 2024.

by Lagt út ÓML

Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2024 varð í kvøld endaliga samtykt á býráðsfundi.

Skattaprosentið hjá Tórshavnar kommunu komandi ár verður tað sama sum í ár 19 prosent. Barnafrádrátturin er eisini hin sami 9.000 krónur.

Býráðsfundur 23.11.2023

Samlaðu inntøkurnar

Samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlanini fyri 2024 eru mettar til 1.316 milliónir krónur í mun til 1.240 milliónir krónur í 2023. Hetta er ein vøkstur á 76 milliónir krónur ella 6,13 prosent.

Kommunuskatturin er mettur til 1.012 milliónir krónur. Tað er ein framskriving á 2,3 prosent í mun til mettu inntøkurnar fyri 2023.

Partafelagsskatturin í 2024 er mettur til 58 milliónir krónur.

Skattur frá eftirlønargjøldum er mettur at verða 209,7 milliónir krónur. Inntøkur í samband við DIS, FAS og frádráttir eru mettar til 35,7 milliónir krónur.

Útreiðslurnar

Rakstrarútreiðslurnar fyri Tórshavnar kommunu, uttan Tórshavnar havn, er 3,96 prosent. Raksturin av Tórshavnar havn er inntøkufíggjaður.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi í fíggjarætlanini fyri 2024 fara úr 953,3 milliónum krónur uppí 995,8 milliónir krónur. Tað er ein vøkstur á 4,46 prosent í mun til fíggjarætlanina 2023.

Íløgurnar

Millum íløgurnar í Tórshavnar kommunu fyri 2024 eru útbygging av dagstovninum á Hamrinum á Argjum, hádeild í Sankta Frans Skúla, nýtt røktarheim, borgarahús í Kaldbak, útstykking oman fyri Argjahamar, innkoyringarvegurin, stórhøllin, langhylur og íløgur í orkupolitikk.

Samlaðu íløgurnar hjá Tórshavnar kommunu fyri 2024 verða 358,5 milliónir krónur.

Úrslit fyri 2024

Úrslitið hjá Tórshavnar kommunu, áðrenn rentur og avdráttir er 288 milliónir krónur. Úrslitið av rakstrinum er 231 milliónir krónur. Avlopið til skattafíggjaðar íløgur hjá Tórshavnar kommunu er 215 milliónir krónur.

Samtykt er, at innkomuvegurin verður fíggjaður við lántøku. Í fíggjarætlanini 2024 er hædd tikin fyri lántøku til innkomuvegin við 87 milliónum krónum.

Kelda: torshavn.fo

You may also like